hvussu Jesus sær út
18 versir um "hvussu Jesus sær út"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 53:2 Esaias
Hann* rann upp sum veik planta fyri ásjón Hansara, sum rótskot úr turrari jørð; Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara.
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók
Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“
Esaias 53:1 Esaias
Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu, og hvørjum varð armur HARRANS opinberur!
Esaias 53:3 Esaias
Vanvirdur var Hann – fólk vendi sær frá Honum – maður, fullur av pínum og kunnigur við sjúku; Hann var sum ein, ið fólk fjalir andlitið fyri, vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki.
Esaias 53:4 Esaias
Men tað vóru sjúkur okkara, ið Hann bar, tað vóru pínur okkara, ið Hann legði á Seg – og vit hildu Hann vera heimsøktan, slignan og plágaðan av Gudi.
Esaias 53:5 Esaias
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Esaias 53:6 Esaias
Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Esaias 53:7 Esaias
Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Esaias 53:8 Esaias
Við treinging og dómi varð Hann tikin burt – men hvør á døgum Hansara hugsaði tað, at táið Hann varð ryktur burt úr landi teirra, sum liva, var tað fyri brot fólks míns, plágan rámti Hann!
Esaias 53:9 Esaias
Teir ætlaðu Honum grøv millum hinar gudleysu; men hjá einum ríkum var Hann í deyðanum – tí Hann hevði ongan órætt gjørt, og svik var ikki í munni Hansara.
Esaias 53:10 Esaias
Tað var vilji HARRANS at sora Hann, Hann sló Hann við sjúku; táið sál Hansara hevði fullført skyldofrið, skuldi Hann síggja avkom og liva leingi, og vilji HARRANS skuldi hava framgongd við hond Hansara.
Esaias 53:11 Esaias
Afturfyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra.
Esaias 53:12 Esaias
Tí skal Eg geva Honum hini mongu í lut, og sterkar skal Hann fáa sum fong – afturfyri at Hann tømdi sál Sína til deyðan og varð roknaður millum brotsmenn, Hann, sum tó bar synd mangra og bað fyri brotsmonnum.
Opinberingin 19:12 Opinberingin
Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.
Opinberingin 19:13 Opinberingin
Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.
Opinberingin 19:14 Opinberingin
Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.
Opinberingin 19:15 Opinberingin
Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.
Opinberingin 19:16 Opinberingin
Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“