hvussu Gud hevur gjørt húð okkara

33 versir um "hvussu Gud hevur gjørt húð okkara"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók

Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“

4
Seinna Korintbrævið 4:16 Seinna Korintbrævið

Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.

4
Fyrsta Mósebók 3:21 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN gjørdi nú Ádami og konu hansara klæði úr skinni og klæddi tey við teimum.

3
Job 10:11 Job

Við húð og holdi klæddi Tú meg og flættaði meg saman við beinum og sinum.

3
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir

Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.

3
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið

Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,

3
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið

men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.

3
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók

So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“

2
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók

So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.

2
Onnur Mósebók 4:6 Onnur Mósebók

Framvegis segði HARRIN við hann: „Stikk hondina inn í barmin!“ Hann stakk tá hondina inn í barmin; og táið hann tók hana út aftur, var hondin hvít sum kavi av spitalsku.

2
Onnur Mósebók 4:7 Onnur Mósebók

So segði Hann: „Stikk aftur hondina inn í barmin!“ Hann stakk aftur hondina inn í barmin, og táið hann tók hana út aftur, var hon vorðin aftur sum alt hitt á likami hansara.

2
Triðja Mósebók 13:2 Triðja Mósebók

„Táið onkur á húðina fær knútar ella útbrot ella ljósan plett, og tað tykist at gera seg til spitalsku á likami hansara, so skal verða komið við honum til Áron prest ella til ein av hinum prestunum, sonum Áron.

2
Triðja Mósebók 13:3 Triðja Mósebók

Presturin skal hyggja at tí sjúka staðnum á húðini, og um so er, at hárini á tí sjúka staðnum eru hvítnað, og staðið tykist at liggja djúpari enn húðin rundanum, so er tað spitalska, og tá skal presturin, við tað sama sum hann sær tað, døma hann óreinan.

2
Seinna Kongabók 5:1 Seinna Kongabók

Na’aman, herhøvdingi áramskongs, hevði nógv at siga hjá harra sínum og var nógv virdur; tí við honum hevði HARRIN givið Áramearum sigur; hann var veldigur kappi, men spitalskur.

2
Seinna Kongabók 5:2 Seinna Kongabók

Nú høvdu Áramearar einaferð á herjiferð tikið við sær sum fanga úr Ísraelslandi eina smágentu; hon var komin at tæna hjá konu Na’aman.

2
Seinna Kongabók 5:3 Seinna Kongabók

Hon segði við matmóður sína: „Hevði harri mín bert verið hjá profetinum í Samaria! Hann hevði hjálpt honum frá spitalskuni.“

2
Seinna Kongabók 5:4 Seinna Kongabók

Na’aman fór so inn til harra sín og segði honum frá hesum: „So og so hevur gentan úr Ísraelslandi sagt.“

2
Seinna Kongabók 5:5 Seinna Kongabók

Tá segði kongurin í Áram: „Far hagar! Eg skal lata teg fáa bræv við til ísraelskong.“ Hann fór nú avstað og tók við sær 10 talentir av silvuri, 6000 seklar av gulli og 10 hátíðarklædningar.

2
Seinna Kongabók 5:6 Seinna Kongabók

Og hann fekk ísraelskongi brævið. Í tí stóð: „… Og nú, táið tú fært hetta bræv, skalt tú vita, at eg havi sent tænara mín Na’aman til tín, fyri at tú skalt hjálpa honum frá spitalsku hansara.“

2
Seinna Kongabók 5:7 Seinna Kongabók

Táið ísraelskongur hevði lisið brævið, skræddi hann klæði síni og segði: „Eri eg Gud, so eg havi vald yvir deyða og lívi – síðani hann sendir mær boð og vil hava meg at hjálpa manni frá spitalsku hansara! Tit síggja tá greitt, at hann leitar sær føri til stríð við meg!“

2
Seinna Kongabók 5:8 Seinna Kongabók

Men táið Elisa gudsmaður frætti, at ísraelskongur hevði skrætt klæði síni, sendi hann boð til kongin og læt siga: „Hví hevur tú skrætt klæði tíni? Lat hann koma til mín! So skal hann sanna, at profetur er í Ísrael.“

2
Seinna Kongabók 5:9 Seinna Kongabók

So kom Na’aman við hestum og vagni sínum og steðgaði fyri durum Elisa.

2
Seinna Kongabók 5:10 Seinna Kongabók

Elisa sendi boð út til hansara og læt siga: „Far og baða tær í Jordan sjey ferðir! So verður likam títt frískt aftur, og tú verður reinur.“

2
Seinna Kongabók 5:11 Seinna Kongabók

Tá kom ilt í Na’aman, og hann rýmdi avstað aftur við hesum orðum: „Eg hugsaði, at hann fór at koma út til mín, stíga fram og ákalla navn HARRANS Guds síns og førka hondina aftur og fram yvir staðnum og soleiðis taka burtur spitalskuna!

2
Seinna Kongabók 5:12 Seinna Kongabók

Eru ikki Abana og Parpar, áirnar við Damaskus, betri enn øll vøtn í Ísrael! Kundi eg ikki baðað mær í teimum og verðið reinur!“ Síðani vendi hann við og helt avstað í vreiði.

2
Seinna Kongabók 5:13 Seinna Kongabók

Men tænarar hansara stigu fram og søgdu við hann: „Faðir! Hevði profeturin álagt tær okkurt, sum var nógv fyri, hevði tú tá ikki gjørt tað! Hvussu mikið meiri tá ikki, nú ið hann bert sigur við teg: „Baða tær, so verður tú reinur!““

2
Seinna Kongabók 5:14 Seinna Kongabók

Tá fór hann oman og fór sjey ferðir undir í Jordan – soleiðis sum gudsmaðurin hevði sagt; likam hansara varð tá frískt aftur sum á smábarni, og hann varð reinur.

2
Job 19:26 Job

Og táið henda húð mín er burturtærd, skal eg út úr holdi mínum skoða Gud,

2
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

2
Ezekiel 37:6 Ezekiel

Eg skal seta sinar á tykkum, lata hold koma á tykkum, draga húð yvir tykkum og geva anda í tykkum, og tit skulu verða livandi – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.“

2
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

2
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

2
Opinberingin 16:2 Opinberingin

Hin fyrsti fór og helti úr skál síni á jørðina; tá komu svullir, ringir og vandamiklir, á menniskjuni, sum høvdu merki dýrsins og tilbóðu mynd tess.

2