hvussu ein verður frelstur
21 versir um "hvussu ein verður frelstur"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 10:9 Rómverjabrævið
Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.
Rómverjabrævið 10:10 Rómverjabrævið
Tí við hjartanum trýr ein – til rættvísi; og við munninum játtar ein – til frelsu.
Jóhannes 3:5 Jóhannes
Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið
Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið
Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið
ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Markus 16:16 Markus
Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.
Jóhannes 1:12 Jóhannes
Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara;
Jóhannes 14:6 Jóhannes
Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 4:12 Ápostlasøgan
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“
Ápostlasøgan 16:31 Ápostlasøgan
Teir svaraðu: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur, tú og hús títt!“
Rómverjabrævið 3:23 Rómverjabrævið
øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds;
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Fyrra Pætursbrævið 3:18 Fyrra Pætursbrævið
Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;
Fyrra Pætursbrævið 3:19 Fyrra Pætursbrævið
í honum fór Hann eisini og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðhaldi,
Fyrra Pætursbrævið 3:20 Fyrra Pætursbrævið
teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar – átta – sálir frelstar við vatni –
Fyrra Pætursbrævið 3:21 Fyrra Pætursbrævið
sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists,
Fyrra Pætursbrævið 3:22 Fyrra Pætursbrævið
sum farin er upp til Himmals og er við høgru hond Guds. Honum eru einglar, vøld og kreftir undirløgd.