hvussu ein skal velja
47 versir um "hvussu ein skal velja"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Timoteusarbrævið 2:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum,
Fyrra Timoteusarbrævið 2:2 Fyrra Timoteusarbrævið
fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Fimta Mósebók 1:13 Fimta Mósebók
Veljið tí vísar, vitigar og royndar menn av hvørji ætt tykkara! Teir skal eg so seta til høvdingar yvir tykkum.“
Fimta Mósebók 17:14 Fimta Mósebók
Táið tú kemur inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, og hevur tikið tað í ogn og búsett teg har – um tú tá sigur: „Eg fari at seta kong yvir meg, eins og øll fólkini rundan um meg hava!“
Fimta Mósebók 17:15 Fimta Mósebók
so skalt tú seta hann til kong yvir teg, sum HARRIN Gud tín útvelur; ein av brøðrum tínum skalt tú seta til kong yvir teg; tú mást ikki seta fremmandan mann yvir teg, ein, ið ikki er bróðir tín.
Fimta Mósebók 17:16 Fimta Mósebók
Men hann má ikki hava nógvar hestar og ikki senda fólkið aftur til Egyptalands at fáa sær nógvar hestar; HARRIN hevur jú sagt við tykkum: „Tit mugu ikki fara ta leiðina uppaftur!“
Fimta Mósebók 17:17 Fimta Mósebók
Ei heldur má hann hava nógvar konur, tí so verður hjarta hansara leitt til fráfall; og hann má heldur ikki savna sær nógv silvur og gull.
Fimta Mósebók 17:18 Fimta Mósebók
Táið hann so situr í hásæti kongadømis síns, skal hann hjá levitaprestunum fáa sær avskrift av hesi lóg;
Fimta Mósebók 17:19 Fimta Mósebók
hana skal hann hava hjá sær og lesa í henni, allar dagar ið hann livir, so hann kann læra at óttast HARRAN Gud sín og akta eftir hvørjum orði í hesi lóg og eftir hesum fyriskipanum og halda tær.
Fimta Mósebók 17:20 Fimta Mósebók
Hetta skal hann gera, fyri at hjarta hansara skal ikki hugmóða sær yvir brøðrum hansara og ikki víkja frá boðnum, hvørki til høgru ella til vinstru. Tá skulu bæði hann og synir hansara liva leingi sum kongar í Ísrael.“
Sálmarnir 22:28 Sálmarnir
Allir endar jarðarinnar skulu minnast tað og venda við til HARRAN, allar ættir fólkanna skulu tilbiðja fyri ásjón Tíni.
Sálmarnir 146:3 Sálmarnir
Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa!
Orðtøkini 14:34 Orðtøkini
Rættvísi lyftir tjóðina upp, men syndin er vanæra tjóðanna.
Orðtøkini 21:1 Orðtøkini
Hjarta kongsins er sum løkir í hond HARRANS; Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil.
Orðtøkini 29:2 Orðtøkini
Táið rættvís nørast, gleðist fólkið, men táið gudleysur maður valdar, suffar fólkið.
Prædikarin 10:2 Prædikarin
Hjarta hins vísa stevnir til høgru, men hjarta dárans til vinstru.
Dániel 2:20 Dániel
Dániel tók til orða og segði: „Lovað veri navn Guds frá ævi til ævi! Tí vísdómurin og styrkin hoyrir Honum til;
Dániel 2:21 Dániel
Hann umskiftir tíðir og stundir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hinum vitigu vit;
Ápostlasøgan 5:29 Ápostlasøgan
Men Pætur og hinir ápostlarnir svaraðu: „Ein eigur at lýða Gud meir enn menniskju!
Ápostlasøgan 13:48 Ápostlasøgan
Táið heidningarnir hoyrdu hetta, vórðu teir glaðir og prísaðu orði Harrans; og tey tóku við trúgv, so mong sum vóru ætlað til ævigt lív.
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið
Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið
Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið
Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.
Rómverjabrævið 13:11 Rómverjabrævið
– Hetta eiga vit at gera, av tí at vit vita tíðina, at tímin er longu komin hjá okkum at vakna upp úr svøvni; tí frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið
Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið
Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið
Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!
Titusarbrævið 3:1 Titusarbrævið
Minn tey á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk,
Titusarbrævið 3:2 Titusarbrævið
ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri!
Titusarbrævið 3:3 Titusarbrævið
Tí eisini vit vóru einaferð skilaleys, ólýðin, villfarandi, trælir undir mongum ymiskum girndum og lystum; vit livdu í óndskapi og øvund, vóru hatað og hataðu hvørt annað.
Titusarbrævið 3:4 Titusarbrævið
Men táið góðska Guds, Frelsara okkara, og kærleiki Hansara til menniskjuni vórðu opinberað,
Titusarbrævið 3:5 Titusarbrævið
frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,
Titusarbrævið 3:6 Titusarbrævið
sum Hann ríkliga úthelti yvir okkum við Jesusi Kristi, Frelsara okkara,
Titusarbrævið 3:7 Titusarbrævið
so vit, rættvísgjørd við náði Hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív.
Titusarbrævið 3:8 Titusarbrævið
Tað er trúvert orð, og um hetta vil eg, at tú skalt vitna við kraft, so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk. Hetta er menniskjum gott og gagnligt.
Titusarbrævið 3:9 Titusarbrævið
Men býttligum trætum og ættartølum og kjaki og klandri um lógina skalt tú halda teg frá – tey eru nyttuleys og tóm.
Titusarbrævið 3:10 Titusarbrævið
Menniskja, sum gongur við rangari læru, skalt tú vísa frá tær, táið tú hevur ámint hann einaferð og einaferð aftrat,
Titusarbrævið 3:11 Titusarbrævið
við tað at tú veitst, at slíkur er rangvørgur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,