hvussu ein skal bera seg at móti næsta sínum
22 versir um "hvussu ein skal bera seg at móti næsta sínum"
Versir
Síða 1 av 1Markus 12:31 Markus
Annað er hetta: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Størri enn hesi er einki annað boð.“
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Triðja Mósebók 19:18 Triðja Mósebók
Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!
Matteus 5:44 Matteus
Men Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teimum gott, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum
Matteus 7:12 Matteus
Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.
Markus 12:30 Markus
Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“
Lukas 10:25 Lukas
Ein lógkønur steig nú fram, freistaði Hann og segði: „Meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“
Lukas 10:26 Lukas
Tá segði Hann við hann: „Hvat er skrivað í lógini? Hvussu lesur tú?“
Lukas 10:27 Lukas
Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
Lukas 10:28 Lukas
Hann segði við hann: „Tú svaraði beint – ger hatta, so skalt tú liva!“
Lukas 10:29 Lukas
Men hann vildi gera seg sjálvan rættvísan og segði tí við Jesus: „Hvør er tá næsti mín?“
Lukas 10:30 Lukas
Jesus svaraði: „Maður fór úr Jerusalem oman til Jeriko; og hann fall í hendur ránsmanna, sum bæði lótu hann naknan og slógu hann og síðani fóru leið sína og lótu hann liggja har hálvdeyðan.
Lukas 10:31 Lukas
Nú bar so á, at prestur fór somu leið oman; hann sá hann, men gekk bert framvið.
Lukas 10:32 Lukas
Á sama hátt ein Levitur; hann kom til staðið, fór yvir, sá hann, men gekk bert framvið.
Lukas 10:33 Lukas
Men ein Samverji, ið var á ferð, kom til hansara; táið hann sá hann, tykti honum hjartaliga synd í honum.
Lukas 10:34 Lukas
Hann fór yvir til hansara, bant um sár hansara og læt olju og vín í tey; so lyfti hann hann upp á sítt egna dýr, fór til gistihús við honum og røkti hann.
Lukas 10:35 Lukas
Dagin eftir tók hann tveir denarar, gav vertinum teir og segði: „Røk hann! Og leggur tú meiri út, skal eg lata teg fáa tað, táið eg komi aftur.“
Lukas 10:36 Lukas
Hvør av hesum trimum, tykist tær nú, royndist næsti hansara, sum fallin var í hendur ránsmanna?“
Lukas 10:37 Lukas
Hann segði: „Tann, ið vísti honum miskunn.“ Tá segði Jesus við hann: „Far tú og ger tað sama!“
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið
Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Jákupsbrævið 2:8 Jákupsbrævið
Vissuliga – uppfylla tit hina kongligu lóg eftir skriftini: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan“ – so gera tit væl.