høvurpúta
173 versir um "høvurpúta"
Versir
Síða 2 av 4Josva 19:50 Josva
eftir boði HARRANS góvu teir honum býin, ið hann bað um, Timnat-Sera í Efra’imsfjøllum; hann bygdi býin upp og búsettist har.
Josva 19:51 Josva
Hetta vóru arvalutirnir, ið Eleazar prestur, Josva, sonur Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna við lutakasti skiftu í Silo fyri ásjón HARRANS, fyri durum samkomutjaldsins. So vóru teir nú lidnir at skifta landið.
Josva 24:15 Josva
Men líkst tykkum ikki á at tæna HARRANUM, so veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørja landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!“
Sálmarnir 30:5 Sálmarnir
Lovsyngið HARRANUM, tit heilagu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!
Sálmarnir 46:10 Sálmarnir
Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.
Sálmarnir 91:1 Sálmarnir
Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
Sálmarnir 91:2 Sálmarnir
sigur við HARRAN: „Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!“
Sálmarnir 91:3 Sálmarnir
Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pest;
Sálmarnir 91:4 Sálmarnir
við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
Sálmarnir 91:5 Sálmarnir
Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
Sálmarnir 91:6 Sálmarnir
ei pestina, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
Sálmarnir 91:7 Sálmarnir
Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
Sálmarnir 91:8 Sálmarnir
tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
Sálmarnir 91:9 Sálmarnir
„Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
Sálmarnir 91:10 Sálmarnir
teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
Sálmarnir 91:11 Sálmarnir
Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
Sálmarnir 91:12 Sálmarnir
teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
Sálmarnir 91:13 Sálmarnir
á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
Sálmarnir 91:14 Sálmarnir
„Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
Sálmarnir 91:15 Sálmarnir
hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
Sálmarnir 91:16 Sálmarnir
við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína.“
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Ezekiel 13:18 Ezekiel
og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum – til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum – til egnan vinning!
Ezekiel 13:20 Ezekiel
Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal fáa hendur á bindum tykkara, sum tit fanga sálirnar við eins og fuglar, og Eg skal skræða tey av ørmum tykkara; og sálirnar, ið tit fanga, teimum skal Eg sleppa leysum sum fuglum.
Matteus 17:20 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinnopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum.
Fyrsta Mósebók 28:11 Fyrsta Mósebók
Á ferð síni kom hann til hitt heilaga staðið og varð har um náttina, við tað at sólin var undirfarin. Og hann tók ein av steinunum, sum lógu har, legði hann undir høvd sítt og legði seg so har at sova.
Fyrsta Mósebók 28:18 Fyrsta Mósebók
Tíðliga morgunin eftir reistist Jákup og tók steinin, ið hann hevði havt undir høvdinum, reisti hann sum minnisstein og helti olju út yvir hann.
Fyrra Sámuelsbók 19:13 Fyrra Sámuelsbók
Síðani tók Mikal húsgudin, legði hann í songina, legði net av geitaull yvir høvd hansara og breiddi teppi yvir hann.
Fyrra Sámuelsbók 19:16 Fyrra Sámuelsbók
Men táið sendimenninir komu hagar, fingu teir at síggja, at tað var húsgudurin, sum lá í songini við netinum av geitaull yvir høvdinum.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 62:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Til jedutun. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 62:2 Sálmarnir
Eina fyri Gudi er sál mín still; frá Honum kemur frelsa mín.
Sálmarnir 62:3 Sálmarnir
Eina Hann er klettur mín og frelsa mín, borg mín; eg skal ikki vikast nógv.
Sálmarnir 62:4 Sálmarnir
Hvussu leingi ætla tit allir at herja á ein mann, bróta hann niður sum hallandi múr, sum vegg, ið stendur á lopi?
Sálmarnir 62:5 Sálmarnir
Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. – Sela.
Sálmarnir 62:6 Sálmarnir
Ver still, sál mín – eina hjá Gudi, tí frá Honum kemur vón mín!
Sálmarnir 62:7 Sálmarnir
Eina Hann er klettur mín og frelsa mín, borg mín; eg skal ikki vikast.
Sálmarnir 62:8 Sálmarnir
Hjá Gudi er hjálp mín og æra mín; sterki klettur mín, skjól mítt er í Gudi.
Sálmarnir 62:9 Sálmarnir
Lítið á Hann altíð, tit fólkini, hellið út hjarta tykkara fyri Honum! Gud er skjól okkara. – Sela.
Sálmarnir 62:10 Sálmarnir
Berur tómleiki eru menniskju, lygn eru mannasynirnir; vektskálin fer upp við teimum, teir eru tómleiki, allir sum teir eru!
Sálmarnir 62:11 Sálmarnir
Lítið ikki á rán, setið ikki tóma vón á rænt góðs! Um ríkdómurin veksur – setið ikki hjartað til tað!