høvur­púta

173 versir um "høvur­púta"

Versir

Síða 1 av 4
Josva 1:9 Josva

Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

3
Josva 19:1 Josva

Annar lutur fall á Símeon, á ætt Símeonita, eftir slektum hennara. Arvaluturin, ið hon fekk, lá inni í arvaluti Judamanna.

3
Josva 19:2 Josva

Til arvalut hennara hoyrdu: Be’erseba, Seba, Molada,

3
Josva 19:3 Josva

Hazar-Sual, Bala, Ezem,

3
Josva 19:4 Josva

Eltolad, Betul, Horma,

3
Josva 19:5 Josva

Ziklag, Bet-Markabot, Hazar-Susa,

3
Josva 19:6 Josva

Bet-Lebaot og Saruhen – 13 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

3
Josva 19:7 Josva

Ajin, Rimmon, Eter og Asan – 4 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –

3
Josva 19:8 Josva

haraftrat allar bygdirnar, ið lógu rundan um hesar býir, líka til Ba’alat-Be’er, Rama í Suðurlandinum. Hetta var arvaluturin, ið ætt Símeonita fekk eftir slektum sínum.

3
Josva 19:9 Josva

Av partinum, ið Judamenn høvdu fingið, varð arvalutur Símeonita tikin; tí partur Judamanna var ov stórur til teirra; tí fingu Símeonitar arvalut sín inni í arvaluti teirra.

3
Josva 19:10 Josva

Triði lutur fall á Zebulonitar eftir slektum teirra. Mark arvalutar teirra gekk at Sarid;

3
Josva 19:11 Josva

og mark teirra gekk fyri vestan niðan til Marala, bar við Dabbeset og gekk at løkinum, ið rennur eystan fyri Jokneam.

3
Josva 19:12 Josva

Fyri eystan – móti upprisi sólar – sneiddi tað frá Sarid at landamarkum Kislot-Tabors, haðani til Daberat og haðani niðan til Jafia.

3
Josva 19:13 Josva

Haðani gekk tað eystureftir – móti upprisi sólar – yvir til Gat-Hefer og Et-Kazin, síðani til Rimmon, sum gongur líka at Nea.

3
Josva 19:14 Josva

So sneiddi markið norðureftir, til Hannaton, og endaði í dalinum við Jifta-El.

3
Josva 19:15 Josva

Harumframt fingu teir Kattat, Nahalal, Simron, Jidala og Betlehem – í alt 12 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:16 Josva

Hetta var arvalutur Zebulonita eftir slektum teirra, hesir býirnir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:17 Josva

Fjórði lutur fall á Issakar, á Issakaritar eftir slektum teirra.

3
Josva 19:18 Josva

Í landi teirra lógu: Jizre’el, Kesullot, Sunem,

3
Josva 19:19 Josva

Hafarajim, Sion, Anaharat,

3
Josva 19:20 Josva

Rabbit, Kisjon, Ebez,

3
Josva 19:21 Josva

Remet, En-Gannim, En-Hadda og Bet-Pazzez.

3
Josva 19:22 Josva

Markið bar við Tabor, Sahazuma og Bet-Semes og gekk síðani líka í Jordan. Tilsamans vóru tað 16 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:23 Josva

Hetta var arvaluturin, ið ætt Issakarita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:24 Josva

Fimti lutur fall á ætt Aserita eftir slektum hennara.

3
Josva 19:25 Josva

Í landi hennara lógu: Helkat, Hali, Beten, Aksaf,

3
Josva 19:26 Josva

Alammelek, Amad og Misal; og markið náddi vestur at Karmel og Sihor-Libnat.

3
Josva 19:27 Josva

So sneiddi tað eystureftir, til Bet-Dagon, gekk at Zebulon og dalinum við Jifta-El, norðan fyri Bet-Emek og Ne’iel, og so líka norður til Kabul.*

3
Josva 19:28 Josva

Harumframt fingu teir Ebron, Rehob, Hammon og Kana, líka til Stóra Sidon.

3
Josva 19:29 Josva

Nú sneiddi markið til Rama og gekk líka at hinum víggirda staði Týrus, sneiddi so til Hosa og gekk síðani líka í sjógvin, ikki langt frá Akzib.

3
Josva 19:30 Josva

Harumframt fingu teir Umma, Afek og Rehob – í alt 22 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:31 Josva

Hetta var arvaluturin, ið ætt Aserita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:32 Josva

Sætti lutur fall á Naftalitar, á Naftalitar eftir slektum teirra.

3
Josva 19:33 Josva

Mark teirra gekk frá Helef, frá eikini við Za’anannim til Adami-Nekeb og Jabne’el, líka til Lakkum og síðani líka í Jordan.

3
Josva 19:34 Josva

So sneiddi markið vestureftir, til Aznot-Tabor, gekk haðani til Hukkok, bar fyri sunnan við Zebulon, fyri vestan við Aser og fyri eystan við Juda, við Jordan.

3
Josva 19:35 Josva

Av víggirdum býum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret,

3
Josva 19:36 Josva

Adama, Rama, Hazor,

3
Josva 19:37 Josva

Kedes, Edre’i, En-Hazor,

3
Josva 19:38 Josva

Jiron, Migdal-El, Horem, Bet-Anat og Bet-Semes – í alt 19 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:39 Josva

Hetta var arvaluturin, ið ætt Naftalita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:40 Josva

Sjeyndi lutur fall á ætt Danita eftir slektum hennara.

3
Josva 19:41 Josva

Í landinum, sum hon fekk í arvalut, lógu: Zora, Estaol, Ir-Semes,

3
Josva 19:42 Josva

Sa’alabbin, Ajalon, Jitla,

3
Josva 19:43 Josva

Elon, Timna, Ekron,

3
Josva 19:44 Josva

Elteke, Gibbeton, Ba’alat,

3
Josva 19:45 Josva

Jehud, Bene-Berak, Gat-Rimmon,

3
Josva 19:46 Josva

Me-Jarkon og Rakkon, harumframt landið yvir ímóti Jafo.

3
Josva 19:47 Josva

Men land Danita royndist teimum ov trongt; tí fóru Danitar og herjaðu á Lesem, tóku tað og slógu tað við svørði; síðani tóku teir tað í ogn og búsettust har og góvu Lesem navnið Dan, eftir Dan, ættarfaðir sínum.

3
Josva 19:48 Josva

Hetta var arvaluturin, ið ætt Danita fekk eftir slektum sínum, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.

3
Josva 19:49 Josva

Nú vóru teir so lidnir at skifta landið at ytstu landamarkum. Og Ísraelsmenn góvu Josva, syni Nun, arvalut ímillum sín;

3