hvønn tú eigur at giftast við
110 versir um "hvønn tú eigur at giftast við"
Versir
Síða 3 av 3Markus 10:2 Markus
Tá komu Fariseararnir og spurdu Hann – fyri at freista Hann: „Hevur maður loyvi at skiljast frá konu síni?“
Markus 10:3 Markus
Hann svaraði teimum: „Hvat boð hevur Móses givið tykkum?“
Markus 10:4 Markus
Teir søgdu: „Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast frá henni.“
Markus 10:5 Markus
Jesus segði við teir: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, skrivaði hann tykkum hetta boð.
Markus 10:6 Markus
Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu.
Markus 10:7 Markus
Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína,
Markus 10:8 Markus
og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold.
Markus 10:9 Markus
Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Markus 10:10 Markus
Heima við hús spurdu lærisveinarnir Hann aftur um hetta.
Markus 10:11 Markus
Hann svaraði teimum: „Tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor móti henni.