hvønn tú eigur at giftast við

110 versir um "hvønn tú eigur at giftast við"

Versir

Síða 1 av 3
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið

Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!

14
Fyrsta Mósebók 2:18 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN segði nú: „Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.“

8
Orðtøkini 31:10 Orðtøkini

Dugnaliga konu – hvør finnur hana? Mangan meir enn perlur er hon verd!

8
Orðtøkini 31:11 Orðtøkini

Hjarta mans hennara lítur á hana, og vinningur trýtur ikki.

8
Orðtøkini 31:12 Orðtøkini

Hon ger honum gott og einki ilt allar ævidagar sínar.

8
Orðtøkini 31:13 Orðtøkini

Hon sær til at fáa ull og lín, og hendur hennara arbeiða hugaliga.

8
Orðtøkini 31:14 Orðtøkini

Hon er sum skip keypmansins: Langa leið fer hon eftir breyði sínum.

8
Orðtøkini 31:15 Orðtøkini

Hon fer upp fyri lýsing og gevur húsfólki sínum mat og gentum sínum setning fyri dagin.

8
Orðtøkini 31:16 Orðtøkini

Hon hevur í huga at fáa nakað av jørð – og fær hana; hon plantar víngarð fyri tað, ið hon hevur vunnið við hondum sínum.

8
Orðtøkini 31:17 Orðtøkini

Kraft bindur hon sær sum belti um lendarnar og ger armar sínar sterkar.

8
Orðtøkini 31:18 Orðtøkini

Hon sær, at húshald hennara gongur væl; lampa hennara sløknar ikki um náttina.

8
Orðtøkini 31:19 Orðtøkini

Hon rættir út hendurnar eftir rokkinum, fingrar hennara taka um snælduna.

8
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini

Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.

8
Orðtøkini 31:21 Orðtøkini

Hon er ikki rædd um hús sítt, um so kavi er; tí alt hús hennara er klætt í skarlak.

8
Orðtøkini 31:22 Orðtøkini

Teppi ger hon sær; fínt lín og purpur er klædningur hennara.

8
Orðtøkini 31:23 Orðtøkini

Maður hennara er kendur í býportrunum, táið hann situr saman við hinum elstu í landinum.

8
Orðtøkini 31:24 Orðtøkini

Línskjúrtur ger hon og selur tær, og belti letur hon til keypmannin.

8
Orðtøkini 31:25 Orðtøkini

Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.

8
Orðtøkini 31:26 Orðtøkini

Hon letur upp munnin við vísdómi, og kærleiksáminning er á tungu hennara.

8
Orðtøkini 31:27 Orðtøkini

Hon hevur eyga við, hvussu gongur í húsi hennara, og letibreyð etur hon ikki.

8
Orðtøkini 31:28 Orðtøkini

Synir hennara stíga fram og prísa hana lukkuliga; maður hennara reisist og rósar henni:

8
Orðtøkini 31:29 Orðtøkini

„Mangar dugnaligar kvinnur eru, men eingin er móti tær!“

8
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

8
Orðtøkini 31:31 Orðtøkini

Lat hana fáa ávøkst handa hennara, og verk hennara skulu prísa henni í býportrunum!

8
Fyrra Korintbrævið 7:1 Fyrra Korintbrævið

Nú, viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, so er tað manni gott, ikki at nema kvinnu.

8
Fyrra Korintbrævið 7:2 Fyrra Korintbrævið

Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann!

8
Fyrra Korintbrævið 7:3 Fyrra Korintbrævið

Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum!

8
Fyrra Korintbrævið 7:4 Fyrra Korintbrævið

Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur ikki maðurin yvir sínum egna likami, men konan.

8
Fyrra Korintbrævið 7:5 Fyrra Korintbrævið

Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum – eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn – og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!

8
Fyrra Korintbrævið 7:6 Fyrra Korintbrævið

– Eg sigi hetta sum loyvi, ikki sum boð.

8
Fyrra Korintbrævið 7:7 Fyrra Korintbrævið

Eg vildi, at øll menniskju vóru, sum eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Gudi, ein so, og annar so.

8
Fyrra Korintbrævið 7:8 Fyrra Korintbrævið

Við hini ógiftu og einkjurnar sigi eg, at tað er teimum gott, um tey verða verandi sum eg.

8
Fyrra Korintbrævið 7:9 Fyrra Korintbrævið

Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.

8
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið

Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –

8
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið

og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.

8
Fyrra Korintbrævið 7:12 Fyrra Korintbrævið

Við hini* sigi eg – ikki Harrin: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu – og hon vil búgva saman við honum – so skilji hann seg ikki frá henni!

8
Fyrra Korintbrævið 7:13 Fyrra Korintbrævið

Og hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!

8
Fyrra Korintbrævið 7:14 Fyrra Korintbrævið

Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.

8
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið

Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.

8
Fyrra Korintbrævið 7:16 Fyrra Korintbrævið

Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína!

8
Fyrra Korintbrævið 7:17 Fyrra Korintbrævið

Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum.

8
Fyrra Korintbrævið 7:18 Fyrra Korintbrævið

Varð ein kallaður sum umskorin, skal hann ikki aftur gera seg líkan hinum óumskornu; varð ein kallaður sum óumskorin, skal hann ikki lata seg umskera.

8
Fyrra Korintbrævið 7:19 Fyrra Korintbrævið

At vera umskorin hevur einki at týða; at vera óumskorin hevur einki at týða – men at halda boð Guds.

8
Fyrra Korintbrævið 7:20 Fyrra Korintbrævið

Ein og hvør verði verandi í tí kalli, sum hann varð kallaður í!

8
Fyrra Korintbrævið 7:21 Fyrra Korintbrævið

Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað!*

8
Fyrra Korintbrævið 7:22 Fyrra Korintbrævið

Tí tann, sum kallaður er í Harranum sum trælur, er hin frígivni Harrans; á sama hátt er eisini tann, ið kallaður er sum frælsur, trælur Kristusar.

8
Fyrra Korintbrævið 7:23 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt – verðið ikki menniskjatrælir!

8
Fyrra Korintbrævið 7:24 Fyrra Korintbrævið

Í tí standi, sum ein og hvør varð kallaður í, brøður – í honum verði hann verandi hjá Gudi!

8
Fyrra Korintbrævið 7:25 Fyrra Korintbrævið

Nú, viðvíkjandi hinum ógiftu – tá havi eg einki boð frá Harranum; men eg sigi tað, ið eg haldi – sum tann, ið Harrin av náði hevur givið at vera trúverdur.

8
Fyrra Korintbrævið 7:26 Fyrra Korintbrævið

Eg haldi tá, við teirri neyð fyri eyga, sum nú er, at tað menniskja ger væl, ið verður verandi, sum tað er.

8