høviska / siðir

160 versir um "høviska / siðir"

Versir

Síða 3 av 4
Matteus 7:10 Matteus

ella gevur honum orm, táið hann biður hann um fisk!

2
Matteus 7:11 Matteus

Vita nú tit, sum ónd eru, at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá ikki Faðir tykkara, sum í Himli er, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!

2
Matteus 7:12 Matteus

Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum; tí hetta er lógin og profetarnir.

2
Matteus 7:13 Matteus

Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað;

2
Matteus 7:14 Matteus

og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.

2
Matteus 7:15 Matteus

Varðið tykkum fyri lygiprofetunum, sum koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru glúpskir úlvar innan!

2
Matteus 7:16 Matteus

Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!

2
Matteus 7:17 Matteus

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.

2
Matteus 7:18 Matteus

Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.

2
Matteus 7:19 Matteus

Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.

2
Matteus 7:20 Matteus

Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.

2
Matteus 7:21 Matteus

Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: „Harri, Harri!“ skal koma inn í ríki Himmiríkis – nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.

2
Matteus 7:22 Matteus

Mong skulu siga við Meg hin dag: „Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!“

2
Matteus 7:23 Matteus

Og tá skal Eg vitna fyri teimum: „Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!“

2
Matteus 7:24 Matteus

Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu.

2
Matteus 7:25 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu.

2
Matteus 7:26 Matteus

Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.

2
Matteus 7:27 Matteus

Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og raktu hetta hús; og tað fall, og fall tess var stórt.“

2
Matteus 7:28 Matteus

Táið Jesus var liðugur at tala hesi orð, var fólkið ovfarið av læru Hansara;

2
Matteus 7:29 Matteus

tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.

2
Matteus 15:1 Matteus

Tá komu Farisearar og skriftlærdir úr Jerusalem til Jesus og søgdu:

2
Matteus 15:2 Matteus

„Hví bróta lærisveinar Tínir viðtøku hinna gomlu? Teir vaska sær jú ikki um hendurnar, táið teir fara at eta.“

2
Matteus 15:3 Matteus

Hann svaraði teimum: „Hví bróta tit sjálvir boð Guds við viðtøkum tykkara?

2
Matteus 15:4 Matteus

Gud gav jú hetta boð: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“

2
Matteus 15:5 Matteus

Men tit siga: „Tann, ið sigur við faðir ella móður: „Tað, sum tú skuldi fingið frá mær til hjálpar, lati eg sum tempulgávu!“ er ikki bundin at æra faðir sín ella móður sína.“

2
Matteus 15:6 Matteus

Soleiðis hava tit gjørt lóg Guds til einkis við viðtøkum tykkara.

2
Matteus 15:7 Matteus

Hyklarar tykkara! Beint profeteraði Esaias um tykkum, táið Hann segði:

2
Matteus 15:8 Matteus

„Hetta fólk heiðrar Meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt frá Mær.

2
Matteus 15:9 Matteus

Tey dýrka Meg til einkis, við tað at tey læra lærdómar, ið eru menniskjaboð.““

2
Matteus 15:10 Matteus

Hann kallaði nú fólkið til Sín og segði við tey: „Hoyrið og fatið!

2
Matteus 15:11 Matteus

Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað, sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.“

2
Matteus 15:12 Matteus

Tá komu lærisveinarnir til Hansara og søgdu við Hann: „Veitst Tú, at Fariseararnir tóku sær ilt av hasum orði, ið teir hoyrdu?“

2
Matteus 15:13 Matteus

Hann svaraði: „Hvør planta, ið himmalski Faðir Mín ikki hevur plantað, skal verða rykt upp við rót.

2
Matteus 15:14 Matteus

Latið teir fara! Blindir vegleiðarar eru teir blindum; og táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina.“

2
Matteus 15:15 Matteus

Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Útlegg okkum hatta líknilsið!“

2
Matteus 15:16 Matteus

Hann segði: „Fata eisini tit so lítið enn?

2
Matteus 15:17 Matteus

Skilja tit ikki, at alt tað, sum inn fer í munnin, fer í magan og verður leitt út hin náttúrliga vegin?

2
Matteus 15:18 Matteus

Men tað, sum út fer av munninum, kemur úr hjartanum, og tað er tað, sum ger menniskjað óreint.

2
Matteus 15:19 Matteus

Tí út úr hjartanum koma ringar hugsanir: Manndráp, hor, siðloysi, stuldur, rangur vitnisburður, spottan.

2
Matteus 15:20 Matteus

Hetta er tað, sum ger menniskjað óreint; men at eta við óvaskaðum hondum ger ikki menniskjað óreint.“

2
Matteus 15:21 Matteus

Jesus fór so haðani og kom Sær burtur til landið við Týrus og Sidon.

2
Matteus 15:22 Matteus

Tá kom kánaneisk kvinna haðani av leið; hon rópti: „Harri, sonur Dávids, miskunna mær! Dóttir mín verður svárt plágað av illum anda.“

2
Matteus 15:23 Matteus

Men Hann svaraði henni ikki orð. Tá komu lærisveinarnir til Hansara og bóðu Hann: „Slepp Tær frá henni, tí hon rópar eftir okkum!“

2
Matteus 15:24 Matteus

Hann svaraði: „Eg eri ikki sendur út til onnur enn hinar burtmistu seyðir av húsi Ísraels.“

2
Matteus 15:25 Matteus

Men hon kom, fall niður fyri Honum og segði: „Harri, hjálp mær!“

2
Matteus 15:26 Matteus

Tá svaraði Hann: „Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og kasta tað fyri hinar smáu hundar.“

2
Matteus 15:27 Matteus

Men hon segði: „Tað er satt, Harri! Men hinir smáu hundar eta jú av molunum, ið falla niður av borði harra teirra!“

2
Matteus 15:28 Matteus

Tá svaraði Jesus henni: „Kvinna! Trúgv tín er stór; tær verði sum tú vilt!“ Og dóttir hennara varð grødd frá somu stund.

2
Matteus 15:29 Matteus

Jesus fór nú burtur haðani og kom til vatnið í Galilea. Hann fór niðan á fjallið og settist har.

2
Matteus 15:30 Matteus

Tá kom nógv fólk til Hansara; tey høvdu við sær lamin, blind, stumm, kryplar og mong onnur; tey løgdu tey fyri føtur Hansara; og Hann grøddi tey –

2