hvat ein skal hava á sær

23 versir um "hvat ein skal hava á sær"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 6:25 Matteus

Tí sigi Eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu eta, og hvat tit skulu drekka, ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í! Er ikki lívið meir enn maturin, og likamið meir enn klæðini!

5
Matteus 6:26 Matteus

Hyggið at fuglum himmalsins! Teir sáa ikki, teir heysta ikki, teir savna ikki í løður, og himmalski Faðir tykkara føðir teir. Eru tit ikki mangan meiri verdir enn teir!

5
Matteus 6:27 Matteus

Og hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!

5
Matteus 6:28 Matteus

Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;

5
Matteus 6:29 Matteus

men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.

5
Matteus 6:30 Matteus

Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!

5
Matteus 6:31 Matteus

Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“

5
Matteus 6:32 Matteus

Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.

5
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

5
Matteus 6:34 Matteus

Stúrið tí ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.“

5
Fimta Mósebók 22:5 Fimta Mósebók

Kvinna má ikki ganga í mannfólkaklæðum, og maður má ikki fara í konufólkaklæði; hvør tann, ið slíkt ger, er HARRANUM Gudi tínum andstygd.

4
Fyrra Timoteusarbrævið 2:9 Fyrra Timoteusarbrævið

somuleiðis, at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiðuri, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum,

4
Orðtøkini 31:30 Orðtøkini

Vænleiki svíkur, og vakurleiki er fáfongd; tann kvinna, sum óttast HARRAN, skal verða róst.

3
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið

Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,

3
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið

men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.

3
Fyrra Pætursbrævið 3:5 Fyrra Pætursbrævið

Soleiðis var tað jú eisini, hinar heilagu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar

3
Fyrra Pætursbrævið 3:6 Fyrra Pætursbrævið

– sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu.

3
Triðja Mósebók 19:19 Triðja Mósebók

Haldið lógir Mínar! – Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.

2
Fimta Mósebók 22:11 Fimta Mósebók

Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni.

2
Efesusbrævið 4:22 Efesusbrævið

at tit, viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu leggja av hitt gamla menniskja, sum verður spilt við dárandi lystum,

2
Efesusbrævið 4:23 Efesusbrævið

endurnýggjast í anda sinnis tykkara

2
Efesusbrævið 4:24 Efesusbrævið

og lata tykkum í hitt nýggja menniskja, sum er skapt eftir Gudi í rættvísi og heilagleika sannleikans.

2
Fyrra Timoteusarbrævið 2:10 Fyrra Timoteusarbrævið

men við góðum verkum – sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.

2