hurðvørðir

44 versir um "hurðvørðir"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 84:10 Sálmarnir

Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns!

29
Seinna Kongabók 25:18 Seinna Kongabók

Lívvaktarhøvdingin tók Seraja, høvuðsprestin, og Zefanja prest, ið var næstur undir honum, og eisini teir tríggjar duravaktararnar;

4
Jóhannes 10:1 Jóhannes

„Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki fer um dyrnar inn í seyðahúsið, men klívur uppum aðrastaðni, hann er tjóvur og ránsmaður.

4
Jóhannes 10:2 Jóhannes

Men tann, sum fer inn um dyrnar, er seyðahirðin.

4
Jóhannes 10:3 Jóhannes

Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út.

4
Jóhannes 10:4 Jóhannes

Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.

4
Jóhannes 10:5 Jóhannes

Men fremmandum fylgir hann ikki, nei, hann flýggjar frá honum; tí hann kennir ikki rødd hinna fremmandu.“

4
Jóhannes 10:6 Jóhannes

Hetta líknilsi talaði Jesus til teirra; men tey skiltu ikki, hvat tað var, Hann talaði við tey.

4
Jóhannes 10:7 Jóhannes

Jesus segði tá aftur við tey: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg eri dyr seyðarins.

4
Jóhannes 10:8 Jóhannes

Allir, ið komnir eru fyri Mær, eru tjóvar og ránsmenn; men seyðurin lurtaði ikki eftir teimum.

4
Jóhannes 10:9 Jóhannes

Eg eri dyrnar; tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.

4
Jóhannes 10:10 Jóhannes

Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.

4
Jóhannes 10:11 Jóhannes

Eg eri hin góði hirði; hin góði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin.

4
Jóhannes 10:12 Jóhannes

Men tann, ið leigaður er og ikki er hirði – sum ikki eigur seyðin – sær úlvin koma og rýmir frá seyðinum og flýggjar; og úlvurin rænir seyðin og spjaðir hann sundur.

4
Jóhannes 10:13 Jóhannes

– Tí hann er leigaður, og seyðurin liggur honum ikki á hjarta.

4
Jóhannes 10:14 Jóhannes

Eg eri hin góði hirði, og Eg kenni Míni og eri kendur av Mínum,

4
Jóhannes 10:15 Jóhannes

eins og Faðirin kennir Meg, og Eg kenni Faðirin; og Eg gevi lív Mítt fyri seyðin.

4
Jóhannes 10:16 Jóhannes

Eg eigi eisini annan seyð, sum ikki hoyrir til hetta seyðahúsið; eisini hann skal Eg leiða; hann skal hoyra rødd Mína, og eitt fylgi skal verða, og ein hirði.

4
Jóhannes 10:17 Jóhannes

Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt – fyri at taka tað aftur.

4
Jóhannes 10:18 Jóhannes

Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av Mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.“

4
Jóhannes 10:19 Jóhannes

Av hesum orðum varð nú uppaftur tvídráttur millum Jødarnar.

4
Jóhannes 10:20 Jóhannes

Nógvir av teimum søgdu: „Hann er settur av illum anda og frá Sær sjálvum! Hví lurta tit eftir Honum!“

4
Jóhannes 10:21 Jóhannes

Aðrir søgdu: „Hetta eru ikki orð eins, sum settur er av illum anda! Man illur andi kunna lata upp eygu blindra!“

4
Jóhannes 10:22 Jóhannes

Nú kom tempulvígsluhøgtíðin í Jerusalem. Vetur var;

4
Jóhannes 10:23 Jóhannes

og Jesus gekk aftur og fram í templinum, í súlugong Sálomons.

4
Jóhannes 10:24 Jóhannes

Tá flokkaðust Jødarnir um Hann og søgdu við Hann: „Hvussu leingi ætlar Tú at halda sál okkara í óvissu? Ert Tú Kristus, so sig okkum, sum er!“

4
Jóhannes 10:25 Jóhannes

Jesus svaraði teimum: „Eg havi sagt tykkum tað, og tit trúgva Mær ikki. Verkini, sum Eg geri í navni Faðirs Míns, vitna um Meg.

4
Jóhannes 10:26 Jóhannes

Men tit trúgva ikki, tí tit eru ikki av seyði Mínum!

4
Jóhannes 10:27 Jóhannes

Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann, og hann fylgir Mær.

4
Jóhannes 10:28 Jóhannes

Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.

4
Jóhannes 10:29 Jóhannes

Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.

4
Jóhannes 10:30 Jóhannes

Eg og Faðirin, Vit eru eitt.“

4
Jóhannes 10:31 Jóhannes

Tá tóku Jødarnir aftur upp steinar at steina Hann.

4
Jóhannes 10:32 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?“

4
Jóhannes 10:33 Jóhannes

Jødarnir svaraðu Honum: „Tað er ikki fyri nakað gott verk, vit steina Teg, nei, fyri gudsspottan, og fyri tað, at Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjálvan til Gud!“

4
Jóhannes 10:34 Jóhannes

Jesus segði við teir: „Stendur ikki skrivað í lóg tykkara: „Eg havi sagt: „Tit eru gudar!““

4
Jóhannes 10:35 Jóhannes

Hevur Hann nú kallað teir gudar, sum orð Guds kom til – og skriftin vikast ikki –

4
Jóhannes 10:36 Jóhannes

siga tit tá við Hann, sum Faðirin hevur halgað og sent í heimin: „Tú spottar Gud!“ – fyri tað at Eg segði: „Eg eri Sonur Guds“?

4
Jóhannes 10:37 Jóhannes

Geri Eg ikki verk Faðirs Míns, so trúgvið Mær ikki!

4
Jóhannes 10:38 Jóhannes

Men geri Eg tey, so trúgvið verkunum, um tit so ikki trúgva Mær, so tit kunnu skilja og sanna, at Faðirin er í Mær, og Eg eri í Faðirinum!“

4
Jóhannes 10:39 Jóhannes

Tá royndu teir aftur at taka Hann; men Hann slapp Sær undan hondum teirra.

4
Jóhannes 10:40 Jóhannes

So fór Hann aftur avstað, yvir um Jordan, til staðið, har Jóhannes fyrst hevði doypt, og Hann dvaldi har.

4
Jóhannes 10:41 Jóhannes

Nógv fólk kom nú til Hansara, og tey søgdu: „Víst gjørdi Jóhannes einki tekin, men alt, ið Jóhannes segði um henda, var satt.“

4
Jóhannes 10:42 Jóhannes

Og mong komu til trúgv á Hann har.

4