hurð

7 versir um "hurð"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 3:20 Opinberingin

Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.

11
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

10
Jóhannes 10:9 Jóhannes

Eg eri dyrnar; tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.

8
Matteus 7:7 Matteus

Biðið, so skal tykkum verða givið! Leitið, so skulu tit finna! Bankið uppá, so skal tykkum verða latið upp!

7
Hásongurin 5:2 Hásongurin

„Eg svav, men hjarta mítt vakti; hoyr, tá bankar vinur mín: „Lat mær upp, systir mín, elskaða mín, dúva mín, tú hin reina mín! Tí høvd mítt er fult av døgg, lokkar mínir av náttardropum.“

5
Hásongurin 5:3 Hásongurin

[Eg svaraði:] „Eg eri farin úr kyrtlinum; skal eg nú lata meg í hann aftur! Eg havi vaskað mær um føturnar; skal eg nú dálka teir aftur!“

5
Hásongurin 5:4 Hásongurin

Vinur mín rætti hondina inn um lúkuna; tá brúsaði hjarta mítt móti honum.

5