hungursneyð

18 versir um "hungursneyð"

Versir

Síða 1 av 1
Amos 8:11 Amos

Dagar skulu koma – sigur Harrin HARRIN – táið Eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði og ikki tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð HARRANS.

5
Matteus 24:7 Matteus

Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.

3
Lukas 21:11 Lukas

Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pest; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.

3
Fyrsta Mósebók 12:10 Fyrsta Mósebók

Nú kom hungursneyð í landinum; tá fór Ábram til Egyptalands at búgva har sum fremmandur, við tað at hungursneyðin var so svár í landinum.

2
Fyrsta Mósebók 41:53 Fyrsta Mósebók

Táið so tey sjey árini, ið yvirflóðin vardi í Egyptalandi, vóru úti,

2
Fyrsta Mósebók 41:54 Fyrsta Mósebók

komu tey sjey hungursárini – soleiðis sum Jósef hevði sagt. Tá varð hungursneyð í øllum londum, men í øllum Egyptalandi var breyð.

2
Fyrsta Mósebók 41:55 Fyrsta Mósebók

Alt Egyptaland leið tá hungur, og fólkið rópti á Farao eftir breyði; men Farao segði við allar Egyptar: „Farið til Jósef, og gerið, sum hann sigur tykkum!“

2
Fyrsta Mósebók 41:56 Fyrsta Mósebók

Táið nú hungursneyðin var um alt landið, læt Jósef upp goymslurnar og seldi Egyptum korn; tí hungursneyðin var svár í Egyptalandi.

2
Fyrsta Mósebók 41:57 Fyrsta Mósebók

Og úr øllum londum komu teir til Egyptalands at keypa korn frá Jósefi; tí hungursneyðin var svár í øllum londum.

2
Seinna Kongabók 7:4 Seinna Kongabók

Taka vit tey ráð at fara inn í býin, so er jú hungursneyð í býnum, og vit doyggja har; og verða vit sitandi her, so doyggja vit eisini! Komið tí og latið okkum fara yvir í tilhald Árameara! Lata teir okkum liva, so liva vit, og drepa teir okkum, so doyggja vit.“

2
Job 5:20 Job

Í hungursneyð bjargar Hann tær frá deyða og í orrustu undan valdi svørðsins.

2
Sálmarnir 37:19 Sálmarnir

tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum.

2
Sálmarnir 107:34 Sálmarnir

fruktbart land til saltheiði, fyri óndskap teirra, sum har búðu.

2
Ezekiel 14:13 Ezekiel

Menniskjasonur! Táið land syndar móti Mær og vísir trúloysi, og Eg rætti út hondina móti tí, bróti tí sundur breyðstavin, sendi hungur yvir tað og oyði av tí bæði fólk og fæ

2
Amos 4:6 Amos

Og tó havi Eg latið tykkum ganga við tómum munni í øllum býum tykkara og latið tykkum fattast breyð, allastaðni har tit búgva – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.

2
Amos 4:7 Amos

Eg havi sýtt tykkum regn, táið enn vóru tríggir mánaðir til heystið, og havi latið regna yvir ein bý og ikki yvir ein annan; ein akur fekk regn, og ein annar tornaði upp, tí einki regn kom á hann;

2
Amos 4:8 Amos

tveir, tríggir býir reikaðu til ein og sama bý eftir vatni at drekka og fingu tó ikki tostan sløktan – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.

2
Amos 4:9 Amos

Eg havi sligið tykkum við kornbrenning og gulnan; grashoppurnar ótu upp allar urtagarðar og víngarðar, øll fikutrø og oljutrø tykkara – men tit hava ikki umvent tykkum til Mín! – sigur HARRIN.

2