hundar
55 versir um "hundar"
Versir
Síða 1 av 2Prædikarin 3:19 Prædikarin
tí menniskjabørnunum gongst, sum dýrunum gongst, ja, teimum gongst líka; sum dýrini doyggja, so doyggja tey, og ein og sama anda hava tey øll; menniskjað hevur einki fram um dýrini, tí alt er fáfongd.
Prædikarin 3:20 Prædikarin
Øll fara tey á sama stað; øll vórðu tey til av mold, og øll fara tey aftur í moldina.
Prædikarin 3:21 Prædikarin
Hvør veit, um andi menniskjans stígur uppeftir, og um andi dýranna fer niður undir jørðina!“
Prædikarin 3:22 Prædikarin
Eg dugdi tá at síggja, at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum; tí tað er luturin, ið hann fær; tí hvør letur hann fáa at síggja tað, ið koma skal eftir hann!
Esaias 11:6 Esaias
Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambinum; kálvurin, ungleyvan og feitineytini skulu ganga saman, og smádrongur skal reka tey.
Job 12:10 Job
Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
Sálmarnir 36:6 Sálmarnir
HARRI, náði Tín røkkur til himmals, trúfesti Tín til skýggini;
Orðtøkini 26:11 Orðtøkini
Sum hundurin, ið vendir aftur til spýggju sína, er dárin, ið kemur aftur við dárskapi sínum.
Esaias 11:7 Esaias
Kúgv og bjørn skulu liggja saman og eta; kálvurin og bjarnarungin skulu liggja lið um lið; og leyvan skal eta hálm sum neyt.
Esaias 11:8 Esaias
Bróstabarnið skal spæla sær við holu høggormsins, og barnið, sum nýliga er lagt av brósti, skal rætta út hondina yvir reiður eiturormsins.
Esaias 11:9 Esaias
Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.
Esaias 65:25 Esaias
Úlvur og lamb skulu liggja saman og eta, leyvan skal eta hálm sum neyt, og føði ormsins skal vera mold; eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum – sigur HARRIN.
Matteus 7:6 Matteus
Gevið ikki hundum hitt heilaga! Og kastið ikki perlur tykkara fyri svín – fyri at tey skulu ikki traðka tær niður við fótum sínum – og venda sær og skræða tykkum sundur!
Filippibrævið 3:2 Filippibrævið
Havið eyguni eftir hundunum, havið eyguni eftir hinum óndu arbeiðsmonnum, havið eyguni eftir sundurskeringini!
Fyrsta Mósebók 9:9 Fyrsta Mósebók
„Nú geri Eg sáttmála Mín við tykkum og við eftirkomarar tykkara
Fyrsta Mósebók 9:10 Fyrsta Mósebók
og við hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er, fuglarnar, fæið og øll tey villu dýrini, ið hjá tykkum eru, alt tað, ið fór út úr ørkini, øll dýr á jørðini.
Job 30:1 Job
„Men nú læa teir at mær, teir, ið eru yngri enn eg – og fedrar teirra hevði eg ikki hirt at sett millum seyðahundar mínar!
Orðtøkini 12:10 Orðtøkini
Hin rættvísi hevur umsorgan fyri fæi sínum, men hjarta hins gudleysa er hart.
Matteus 15:27 Matteus
Men hon segði: „Tað er satt, Harri! Men hinir smáu hundar eta jú av molunum, ið falla niður av borði harra teirra!“
Lukas 12:6 Lukas
Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir smápeningar! Og ikki ein teirra er gloymdur hjá Gudi.
Lukas 16:19 Lukas
Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.
Lukas 16:20 Lukas
Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.
Lukas 16:21 Lukas
Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.
Lukas 16:22 Lukas
Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.
Lukas 16:23 Lukas
Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.
Lukas 16:24 Lukas
Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“
Lukas 16:25 Lukas
Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.
Lukas 16:26 Lukas
Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“
Lukas 16:27 Lukas
Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;
Lukas 16:28 Lukas
tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“
Lukas 16:29 Lukas
Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“
Lukas 16:30 Lukas
Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“
Lukas 16:31 Lukas
Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““
Opinberingin 22:15 Opinberingin
Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.
Onnur Mósebók 11:7 Onnur Mósebók
Men ikki ein hundur skal goyggja eftir nøkrum Ísraelsmanni, hvørki eftir fólki ella fæi – so tit skulu sanna, at HARRIN setur mark millum Egyptar og Ísrael!
Fyrra Sámuelsbók 24:14 Fyrra Sámuelsbók
Tað er, sum hitt gamla orðið sigur: „Frá gudleysum kemur gudloysi!“ – Men hond mín skal ikki verða lyft móti tær.
Seinna Sámuelsbók 9:8 Seinna Sámuelsbók
Tá kastaði hann seg niður og segði: „Hvat er tænari tín, at tú vendir tær til ein deyðan hund sum meg!“
Fyrra Kongabók 14:11 Fyrra Kongabók
Tann av ætt Jeroboams, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann, ið doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta; tí so hevur HARRIN talað.“
Fyrra Kongabók 16:4 Fyrra Kongabók
tann av ætt Baesa, sum doyr inni í býnum, skulu hundarnir eta, og tann av ætt hansara, sum doyr úti á markini, skulu fuglar himmalsins eta!“
Fyrra Kongabók 21:19 Fyrra Kongabók
Tú skalt siga hetta við hann: „So sigur HARRIN: Hevur tú nú bæði myrt og tikið í ogn!“ Sig framvegis við hann: „So sigur HARRIN: Á sama staði sum hundarnir leptu blóð Nabots, skulu hundarnir eisini leppa blóð títt!““
Job 12:7 Job
Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað –
Job 12:8 Job
ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!
Job 12:9 Job
Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,
Sálmarnir 22:16 Sálmarnir
Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans.
Esaias 65:17 Esaias
Tí Eg skapi nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra skal ikki verða minst, ongum skal aftur koma tað í hug.
Matteus 6:6 Matteus
Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.
Matteus 15:26 Matteus
Tá svaraði Hann: „Tað er ikki rætt at taka breyð barnanna og kasta tað fyri hinar smáu hundar.“
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:13 Fyrra Tessalonikabrævið
Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.
Fyrra Tessalonikabrævið 4:14 Fyrra Tessalonikabrævið
Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.