hunangur
25 versir um "hunangur"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 16:24 Orðtøkini
Mild orð eru sum rennandi hunangur, sálini søt og likaminum heilsubót.
Orðtøkini 24:13 Orðtøkini
Et hunang, sonur mín, tí hann er góður, og hunangsløgur er góma tínum søtur!
Esaias 7:15 Esaias
Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða.
Orðtøkini 25:27 Orðtøkini
At eta ov mikið av hunangi er ikki gott – ver sparin við rósandi orðum!
Matteus 3:4 Matteus
Hesin Jóhannes hevði klæði av kamelull og leðurbelti um lendarnar; føði hansara var grashoppur og villur hunangur.
Onnur Mósebók 3:8 Onnur Mósebók
Og nú eri Eg komin niður at fría tey úr hondum Egypta og leiða tey burtur úr hesum landi til eitt gott og rúmt land, sum flýtur í mjólk og hunangi, land Kána’anita, Hetita, Amorita, Perizita, Hevita og Jebusita.
Sálmarnir 81:16 Sálmarnir
Tey, ið hata HARRAN, skuldu lifrað fyri teimum, og tíð teirra skuldi vart ævigt.
Sálmarnir 119:103 Sálmarnir
Sum orð Tíni eru gómum mínum søt! Tey eru søtari enn hunangur munni mínum!
Onnur Mósebók 16:31 Onnur Mósebók
Ísraelsmenn róptu tað manna; tað líktist korianderfræi, var hvítt og smakkaði sum hunangskøka.
Triðja Mósebók 2:11 Triðja Mósebók
Einki matoffur, ið tit bera HARRANUM fram, má verða súrgað; tí hvørki av súrdeiggi ella hunangi mugu tit brenna nakað sum eldoffur fyri HARRANUM.
Triðja Mósebók 20:24 Triðja Mósebók
og Eg segði við tykkum: „Tit skulu fáa land teirra í ogn, Eg gevi tykkum tað at eiga, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi.“ – Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum hevur skilt tykkum frá øllum øðrum fólkasløgum!
Fyrra Sámuelsbók 14:25 Fyrra Sámuelsbók
Alt fólkið kom nú inn í skógin, og har var hunangur á markini;
Seinna Sámuelsbók 17:29 Seinna Sámuelsbók
hunang, róma, smáfæ og ostar av neytamjólk høvdu teir Dávidi og fólki hansara til føði, tí teir hugsaðu: „Fólkið er vorðið svangt, pøst og tyst í oyðimørkini.“
Sálmarnir 19:7 Sálmarnir
Við enda himmalsins er tað, hon kemur undan, og umferð hennara er til hin enda hansara; einki er fjalt fyri hita hennara.
Sálmarnir 19:8 Sálmarnir
Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan;
Sálmarnir 19:9 Sálmarnir
fyriskipanir HARRANS eru rættar, tær gleða hjartað; boð HARRANS er reint, tað lýsir upp eyguni;
Sálmarnir 19:10 Sálmarnir
ótti HARRANS er skírur, hann stendur fastur allar ævir; lógboð HARRANS eru sannleiki, tey eru rættvís øll somul.
Sálmarnir 19:11 Sálmarnir
Tey eru dýrabarari enn gull, ja, enn mongd av fínum gulli, og søtari enn hunangur, ja, enn reinasti hunangur.
Orðtøkini 25:16 Orðtøkini
Hevur tú funnið hunang, so et av honum, so mikið sum tær tørvar – so tær býður ikki ímóti, og tú spýrt hann upp aftur!
Hásongurin 4:11 Hásongurin
Hunangur drýpur av vørrum tínum, brúður mín! Hunangur og mjólk eru undir tungu tíni, og angin av klæðum tínum er sum angin av Libanon.
Ezekiel 3:1 Ezekiel
Nú segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Et tað, ið tú hevur fyri tær her, et hesa bókrullu, og far so og tala til hús Ísraels!“
Ezekiel 3:2 Ezekiel
Eg læt tá upp munnin, og Hann gav mær rulluna at eta
Ezekiel 3:3 Ezekiel
og segði við meg: „Menniskjasonur! Metta búk tín og fyll innvøl tín við hesi rullu, ið Eg gevi tær!“ Eg át nú, og í munni mínum var hon søt sum hunangur.
Ezekiel 20:6 Ezekiel
– tann dag lovaði Eg teimum við upplyftari hond, at Eg skuldi leiða tey út av Egyptalandi til land, ið Eg hevði valt teimum, land, ið flýtur í mjólk og hunangi, hitt fagrasta av øllum londum.
Ezekiel 27:17 Ezekiel
Juda og Ísraelsland handlaðu við teg; hveiti úr Minnit, søtar køkur, hunang, olju og balsam lótu teir fyri vørur tínar.