humor
14 versir um "humor"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 17:22 Orðtøkini
Glatt hjarta gevur góða heilsubót, men brotið mót sýgur mergin úr beinunum.
Efesusbrævið 5:4 Efesusbrævið
ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt – einki av hesum sømir seg – nei, heldur takkargerð.
Orðtøkini 19:11 Orðtøkini
Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Fyrsta Mósebók 21:6 Fyrsta Mósebók
Tá segði Sára: „Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!“
Orðtøkini 12:18 Orðtøkini
Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.
Job 8:20 Job
Nei, Gud vrakar ikki ein, ið ólastandi er, og Hann heldur ikki í hond illgerðarmanna!
Job 8:21 Job
Enn skal Hann fylla munn tín við látri, varrar tínar við gleðirópum;
Job 8:22 Job
teir, ið hata teg, skulu verða klæddir í skomm, og tjald hinna gudleysu skal ikki vera at finna meir.“
Sálmarnir 2:3 Sálmarnir
„Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!“
Sálmarnir 2:4 Sálmarnir
– Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir!
Sálmarnir 126:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Táið HARRIN læt fangar Zions sleppa heimaftur, vóru vit sum tey, ið droyma.
Sálmarnir 126:2 Sálmarnir
Tá fyltist muður okkara við látri, og tunga okkara við gleðirópum; tá varð sagt millum heidningarnar: „Stórverk hevur HARRIN gjørt móti teimum!“
Sálmarnir 126:3 Sálmarnir
Ja, stórverk hevur HARRIN gjørt móti okkum, og vit vórðu glað!