Hugsjónsemi

11 versir um "Hugsjónsemi"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 5:8 Fyrra Korintbrævið

Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!

3
Seinna Korintbrævið 2:17 Seinna Korintbrævið

Tí vit eru ikki slíkir – sum so mangir – at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi.

3
Titusarbrævið 2:7 Titusarbrævið

og vís í øllum teg sjálvan sum fyrimynd í góðum verkum! Ber fram óspilta, siðprúða læru,

3
Josva 24:14 Josva

Óttist tí nú HARRAN og tænið Honum av sonnum hjarta og í trúskapi! Kastið frá tykkum gudarnar, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna og í Egyptalandi, og tænið HARRANUM!

2
Jeremias 17:9 Jeremias

Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Seinna Korintbrævið 1:12 Seinna Korintbrævið

Tí hetta er rós okkara: Vitnisburðurin, ið samvitska okkara ber okkum um, at atferð okkara í heiminum – og serliga hjá tykkum – hevur verið í heilagleika og reinleika Guds, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guds.

2
Efesusbrævið 6:24 Efesusbrævið

Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika!

2
Filippibrævið 1:10 Filippibrævið

so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt – til dag Kristusar,

2
Fyrra Pætursbrævið 1:22 Fyrra Pætursbrævið

Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti – havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta –

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2