hugburðir
18 versir um "hugburðir"
Versir
Síða 1 av 1Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Jákupsbrævið 1:2 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Roknið tað fyri bera gleði, táið tit koma í alskyns freistingar!
Jákupsbrævið 1:3 Jákupsbrævið
Tit vita jú, at táið trúgv tykkara verður roynd, virkar tað tol.
Jákupsbrævið 1:4 Jákupsbrævið
Og latið tolið leiða til fullkomið verk, so tit kunnu vera fullkomnir og heilir, og einki vantar á hjá tykkum!
Jákupsbrævið 1:5 Jákupsbrævið
Men fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!
Jákupsbrævið 1:6 Jákupsbrævið
Men hann biði í trúgv, uttan at ivast! Tí tann, ið ivast, er líkur havsbylgju, ið verður rikin og kastað av vindinum.
Jákupsbrævið 1:7 Jákupsbrævið
Ikki má tað menniskja hugsa, at tað skal fáa nakað frá Harranum
Jákupsbrævið 1:8 Jákupsbrævið
– slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum.
Jákupsbrævið 1:9 Jákupsbrævið
Bróðirin, ið lítið hevur at týða, rósi sær av, hvussu høgur hann er,
Jákupsbrævið 1:10 Jákupsbrævið
og hin ríki av, hvussu lítið hann hevur at týða! Tí hann skal verða til einkis sum blóma á grasi.
Jákupsbrævið 1:11 Jákupsbrævið
Sólin kemur upp við hita sínum og svíður grasið av, og blóma tess fellur av, og fagurleiki útsjóndar hennara verður til einkis. – Soleiðis skal eisini hin ríki følna á leiðum sínum.
Jákupsbrævið 1:12 Jákupsbrævið
Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.
Jákupsbrævið 1:13 Jákupsbrævið
Eingin sigi, táið hann verður freistaður: „Eg verði freistaður av Gudi“! Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.
Jákupsbrævið 1:14 Jákupsbrævið
Nei, ein og hvør verður freistaður, táið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
Jákupsbrævið 1:15 Jákupsbrævið
Síðani, táið girndin er farin at ganga við fostri, føðir hon synd, og táið syndin er fullvaksin, føðir hon deyða.
Jákupsbrævið 1:16 Jákupsbrævið
Villist ikki, elskaðu brøður mínir!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.
Jákupsbrævið 1:18 Jákupsbrævið
Eftir vilja Sínum føddi Hann okkum við sannleiksorði, so vit skuldu vera frumgróður skapninga Hansara.