hoyrn
19 versir um "hoyrn"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 10:17 Rómverjabrævið
So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.
Galatiabrævið 3:2 Galatiabrævið
Hetta eina vil eg fáa at vita frá tykkum: Var tað av lógverkum, tit fingu Andan, ella av at hoyra í trúgv?
Esaias 55:11 Esaias
so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
Matteus 11:15 Matteus
Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!
Markus 4:24 Markus
Og Hann segði við teir: „Aktið eftir tí, sum tit hoyra! Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált, og enn meiri skal verða tykkum givið.
Lukas 8:15 Lukas
Men tað í hini góðu jørðini eru tey, sum, táið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í vøkrum og góðum hjarta og bera ávøkst í tolni.
Lukas 11:28 Lukas
Tá segði Hann: „Ja, sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“
Hebrearabrævið 3:7 Hebrearabrævið
– Sum Heilagi Andin tí sigur: „Í dag – um tit hoyra rødd Hansara –
Hebrearabrævið 3:8 Hebrearabrævið
herðið ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini,
Hebrearabrævið 4:2 Hebrearabrævið
Hin glaði boðskapur er kunngjørdur okkum við, líka væl sum teimum; men orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki; tí tey, sum hoyrdu tað, tóku tað ikki til sín við trúgv.
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
Jákupsbrævið 1:20 Jákupsbrævið
Tí vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.
Jákupsbrævið 1:21 Jákupsbrævið
Leggið tí av alla óreinsku og allan óndskap, sum enn er eftir, og takið við spakføri móti orðinum, sum plantað er í tykkum, og sum er ment at frelsa sálir tykkara!
Jákupsbrævið 1:22 Jákupsbrævið
Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar!
Jákupsbrævið 1:23 Jákupsbrævið
Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.
Jákupsbrævið 1:24 Jákupsbrævið
– Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.
Jákupsbrævið 1:25 Jákupsbrævið
Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.
Jákupsbrævið 1:26 Jákupsbrævið
Um onkur heldur seg dýrka Gud – og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt – gudsdýrkan hansara er til einkis.
Jákupsbrævið 1:27 Jákupsbrævið
Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.