Hórebfjall

61 versir um "Hórebfjall"

Versir

Síða 2 av 2
Onnur Mósebók 32:25 Onnur Mósebók

Móses sá nú, at fólkið kendi sær ikki afturhald, við tað at Áron hevði slept teimum leysum – og hesum hildu fíggindar teirra frægd at.

2
Onnur Mósebók 32:26 Onnur Mósebók

Hann fór tí og stóð við inngongd tilhaldsins og segði: „Hvør tann, ið er í parti HARRANS, hann komi higar til Mín!“ Tá savnaðust allir Levitar um hann.

2
Onnur Mósebók 32:27 Onnur Mósebók

Og hann segði við teir: „So sigur HARRIN Gud Ísraels: „Bindið allir svørð við lið, og gangið so aftur og fram frá einum portrinum til annað í tilhaldinum og drepið bæði bróður, vin og frænda!““

2
Onnur Mósebók 32:28 Onnur Mósebók

Levitar gjørdu, sum Móses segði; og tann dagin fullu einir 3000 menn av fólkinum.

2
Onnur Mósebók 32:29 Onnur Mósebók

Tá segði Móses: „Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri HARRANUM, aftur fyri at eingin spardi son ella bróður – tí skal signing koma yvir tykkum í dag!“

2
Onnur Mósebók 32:30 Onnur Mósebók

Dagin eftir segði Móses við fólkið: „Tit hava gjørt stóra synd! Men nú skal eg fara niðan til HARRAN; kanska eg kann gera bót fyri synd tykkara!“

2
Onnur Mósebók 32:31 Onnur Mósebók

So fór Móses aftur til HARRAN og segði: „Tíverri, hetta fólk hevur gjørt stóra synd, tey hava gjørt sær gud av gulli!

2
Onnur Mósebók 32:32 Onnur Mósebók

Men hevði Tú nú viljað fyrigivið teimum syndina! Men vilt Tú ikki tað, so strika meg út úr bókini, ið Tú skrivar í!“

2
Onnur Mósebók 32:33 Onnur Mósebók

HARRIN svaraði Mósesi: „Tann, ið syndað hevur móti Mær, hann skal Eg strika út úr bók Míni!

2
Onnur Mósebók 32:34 Onnur Mósebók

Men far nú við fólkinum, hagar sum Eg havi sagt tær! Eingil Mín skal ganga undan tær. Men táið tími Mín kemur, skal Eg heimsøkja tey fyri synd teirra!“

2
Onnur Mósebók 32:35 Onnur Mósebók

– Soleiðis sló HARRIN fólkið, fyri tað at tey høvdu gjørt kálvin, ið Áron hevði gjørt.

2