Hórebfjall

61 versir um "Hórebfjall"

Versir

Síða 1 av 2
Onnur Mósebók 3:1 Onnur Mósebók

Móses røktaði nú smáfæið hjá verfaðir sínum, Jetro, prestinum í Midjan. Einaferð rak hann smáfæið yvir um oyðimørkina og kom til fjall Guds, Horeb.

3
Onnur Mósebók 19:1 Onnur Mósebók

Táið tríggir mánaðir vóru gingnir, eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út av Egyptalandi, tann dagin komu teir í Sinaioyðimørk.

3
Onnur Mósebók 19:2 Onnur Mósebók

Teir fóru úr Refidim og komu í Sinaioyðimørk og gjørdu steðg í oyðimørkini; Ísrael gjørdi steðg har beint yvir av fjallinum;

3
Onnur Mósebók 19:3 Onnur Mósebók

men Móses fór niðan til Gud. Tá rópti HARRIN til hansara av fjallinum og segði: „Hetta skalt tú siga við hús Jákups og kunngera børnum Ísraels:

3
Onnur Mósebók 19:4 Onnur Mósebók

„Tit hava sæð tað, ið Eg gjørdi við Egyptar, og hvussu Eg bar tykkum á arnaveingjum og leiddi tykkum til Mín.

3
Onnur Mósebók 19:5 Onnur Mósebók

Akta tit nú rødd Mína, og halda tit sáttmála Mín, so skulu tit fram um øll fólk vera ogn Mín – tí øll jørðin er Mín –

3
Onnur Mósebók 19:6 Onnur Mósebók

og tit skulu vera Mær kongaríki av prestum og heilagt fólk.“ – Hetta eru orðini, ið tú skalt tala við børn Ísraels.“

3
Onnur Mósebók 19:7 Onnur Mósebók

Táið so Móses kom aftur, kallaði hann hinar elstu í fólkinum saman og bar fram fyri teir øll hesi orð, ið HARRIN hevði álagt honum.

3
Onnur Mósebók 19:8 Onnur Mósebók

Og alt fólkið svaraði, øll sum eitt: „Alt tað, ið HARRIN hevur sagt, skulu vit gera!“ So fór Móses aftur til HARRAN við svari fólksins.

3
Onnur Mósebók 19:9 Onnur Mósebók

Nú segði HARRIN við Móses: „Eg skal koma til tín í tjúkkum skýggi, so fólkið kann hoyra, táið Eg tali við teg, og allar dagar trúgva á teg!“ Móses kunngjørdi HARRANUM svar fólksins.

3
Onnur Mósebók 19:10 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Far til fólkið og lat tey halga seg í dag og í morgin, vaska klæði síni

3
Onnur Mósebók 19:11 Onnur Mósebók

og halda seg til reiðar til í ovurmorgin! Tí í ovurmorgin kemur HARRIN fyri eygum als fólksins niður á Sinaifjall.

3
Onnur Mósebók 19:12 Onnur Mósebók

Og tú skalt gera fólkinum mark rundanum og siga: „Varðið tykkum fyri at fara niðan á fjallið ella so mikið sum nema við tað í neðra! Tann, ið nemur við fjallið, skal vissuliga lata lív!

3
Onnur Mósebók 19:13 Onnur Mósebók

Eingin hond skal røra hann; hann skal verða steinaður ella skotin; tað veri dýr ella menniskja – tað skal ikki liva.“ – Táið lúðurin ljóðar við longum tónum, skulu teir* fara niðan á fjallið.“

3
Onnur Mósebók 19:14 Onnur Mósebók

So fór Móses oman av fjallinum til fólkið, og hann læt fólkið halga seg og vaska klæði síni.

3
Onnur Mósebók 19:15 Onnur Mósebók

Og hann segði við fólkið: „Haldið tykkum til reiðar til í ovurmorgin – eingin má koma kvinnu nær!“

3
Onnur Mósebók 19:16 Onnur Mósebók

So í dimmalættingini triðja dagin fór at torna, og snarljós gingu, tjúkt skýggj legðist niður á fjallið, og ógvuligt lúðraljóð hoyrdist. Tá bivaði alt fólkið í tilhaldinum.

3
Onnur Mósebók 19:17 Onnur Mósebók

Men Móses fór við fólkinum úr tilhaldinum, ímóti Gudi; og tey stóðu undir fjallinum.

3
Onnur Mósebók 19:18 Onnur Mósebók

Og alt Sinaifjall var í einum royki; tí HARRIN var komin niður á tað í eldi; roykurin stóð upp av tí sum roykurin úr ovni, og alt fjallið ristist.

3
Onnur Mósebók 19:19 Onnur Mósebók

Lúðraljóðið varð harðari og harðari; Móses talaði, og Gud svaraði honum við harðari rødd.

3
Onnur Mósebók 19:20 Onnur Mósebók

HARRIN kom niður á Sinaifjall, á fjalstindin; HARRIN rópti Móses niðan á fjalstindin, og Móses fór niðan hagar.

3
Onnur Mósebók 19:21 Onnur Mósebók

HARRIN segði tá við Móses: „Far oman aftur og ávara fólkið, at tey ota seg ikki fram at HARRANUM, at síggja Hann; tí so skulu mong av teimum falla.

3
Onnur Mósebók 19:22 Onnur Mósebók

Eisini prestarnir – sum annars stíga fram fyri HARRAN – eisini teir skulu halga seg, fyri at HARRIN skal ikki lata oyðing ráma teir.“

3
Onnur Mósebók 19:23 Onnur Mósebók

Men Móses segði við HARRAN: „Fólkið kann ikki koma niðan á Sinaifjall; Tú hevur jú sjálvur ávarað okkum og sagt, at vit skuldu gera mark rundan um fjallið og halga tað!“

3
Onnur Mósebók 19:24 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við hann: „Far nú oman, og kom so niðan aftur higar og hav Áron við tær! Men prestarnir og fólkið mugu ikki ota seg fram at koma niðan til HARRAN, fyri at Hann skal ikki lata oyðing ráma tey!“

3
Onnur Mósebók 19:25 Onnur Mósebók

Móses fór so oman til fólkið og segði hetta við tey.

3
Onnur Mósebók 32:1 Onnur Mósebók

Men táið fólkið sá, at tað varð so leingi, áðrenn Móses kom oman aftur av fjallinum, flokkaðust tey um Áron og søgdu við hann: „Kom og ger okkum gud, ið ganga kann undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!“

2
Onnur Mósebók 32:2 Onnur Mósebók

Tá segði Áron við tey: „Takið gullringarnar, ið konur tykkara og synir og døtur tykkara hava í oyrunum, og fáið mær teir!“

2
Onnur Mósebók 32:3 Onnur Mósebók

Alt fólkið tók tá gullringarnar úr oyrunum og kom við teimum til Áron.

2
Onnur Mósebók 32:4 Onnur Mósebók

Og hann tók við gullinum, stoypti tað um og høgdi tað við meitli til kálv. Tá søgdu tey: „Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!“

2
Onnur Mósebók 32:5 Onnur Mósebók

Táið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: „Í morgin verður høgtíð fyri HARRANUM!“

2
Onnur Mósebók 32:6 Onnur Mósebók

Morgunin eftir fóru tey tíðliga upp, ofraðu brennioffur og bóru fram takkoffur; síðani setti fólkið seg niður at eta og drekka og reistist so og fór at spæla.

2
Onnur Mósebók 32:7 Onnur Mósebók

Tá segði HARRIN við Móses: „Skunda tær og far oman! Fólk títt, ið tú leiddi út av Egyptalandi, hevur borið seg illa at;

2
Onnur Mósebók 32:8 Onnur Mósebók

skjótt viku tey burtur av vegnum, ið Eg gav teimum boð um at ganga – tey hava gjørt sær stoyptan kálv, og hann hava tey tilbiðið og ofrað til við hesum orðum: „Hetta er gudur tín, Ísrael, hann, ið leiddi teg út av Egyptalandi!““

2
Onnur Mósebók 32:9 Onnur Mósebók

Og HARRIN segði við Móses: „Eg havi havt eyguni eftir hesum fólki, og Eg síggi, at tað er eitt harðvunnið fólk!

2
Onnur Mósebók 32:10 Onnur Mósebók

Lat nú Meg ráða, so vreiði Mín kann tendrast ímóti teimum, og Eg geri enda á teimum! – Eg skal tá gera teg til eitt stórt fólk!“

2
Onnur Mósebók 32:11 Onnur Mósebók

Men Móses bønaði HARRAN Gud sín og segði: „HARRI, hví skal vreiði Tín tendrast móti fólki Tínum, sum Tú leiddi út av Egyptalandi við veldigum mátti og sterkari hond?

2
Onnur Mósebók 32:12 Onnur Mósebók

Hví skulu Egyptar fáa sagt: „Við illum í huga leiddi Hann tey út – til at drepa tey á fjøllunum og týna tey av jørðini!“ Lat brennandi vreiði Tína halda uppat, og angra vanlukkuna, ið Tú ætlar at gera fólki Tínum!

2
Onnur Mósebók 32:13 Onnur Mósebók

Minst Ábraham, Ísak og Ísrael, tænarar Tínar, sum Tú við eiði um Teg sjálvan hevur givið hetta lyfti: „Eg skal gera avkom tykkara so nógv í tali sum stjørnurnar á himli, og Eg skal geva avkomi tykkara alt hetta land, ið Eg havi talað um; tey skulu eiga tað í allar ævir!““

2
Onnur Mósebók 32:14 Onnur Mósebók

Tá angraði HARRIN vanlukkuna, ið Hann hevði hótt við at gera fólki Sínum.

2
Onnur Mósebók 32:15 Onnur Mósebók

Síðani fór Móses oman av fjallinum við báðum vitnisburðartalvunum í hondini. Skrivað var á báðar síður á talvunum; bæði á forsíðuna og baksíðuna var skrivað á tær.

2
Onnur Mósebók 32:16 Onnur Mósebók

Talvurnar vóru verk Guds, og skriftin var skrift Guds, rist í talvurnar.

2
Onnur Mósebók 32:17 Onnur Mósebók

Josva hoyrdi nú gangin av fólkinum og rópini; og hann segði við Móses: „Herróp hoyrist í tilhaldinum!“

2
Onnur Mósebók 32:18 Onnur Mósebók

Men hann svaraði: „Hatta eru hvørki róp av monnum, ið vinna, ella av monnum, ið tapa – tað er song, ið eg hoyri!“

2
Onnur Mósebók 32:19 Onnur Mósebók

Táið so Móses nærkaðist tilhaldinum og sá kálvin og dansin, tendraðist vreiði hansara og hann blakaði talvurnar frá sær og breyt tær sundur har undir fjallinum.

2
Onnur Mósebók 32:20 Onnur Mósebók

Síðani tók hann kálvin, ið tey høvdu gjørt, brendi hann, muldi hann í mjøl og stroyddi so mjølið í vatnið og gav Ísraelsmonnum tað at drekka.

2
Onnur Mósebók 32:21 Onnur Mósebók

Móses segði nú við Áron: „Hvat hevur hetta fólk gjørt tær, síðani tú hevur fingið tey at gera so stóra synd!“

2
Onnur Mósebók 32:22 Onnur Mósebók

Áron svaraði: „Verð ikki illur, harri! Tú veitst sjálvur, at fólkið liggur í tí illa!

2
Onnur Mósebók 32:23 Onnur Mósebók

Nú søgdu tey við meg: „Ger okkum gud, sum kann ganga undan okkum, tí vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hasum Mósesi, ið fór út av Egyptalandi við okkum!“

2
Onnur Mósebók 32:24 Onnur Mósebók

Tá segði eg við tey: „Tann, ið gongur við stási av gulli, skal taka tað av sær!“ Tey lótu meg so fáa gullið, og eg koyrdi tað í eldin – og soleiðis varð hesin kálvur til!“

2