hór og hjúnarskilnaður
55 versir um "hór og hjúnarskilnaður"
Versir
Síða 2 av 2Fyrra Korintbrævið 7:36 Fyrra Korintbrævið
Men heldur onkur, at hann ger ikki væl við moyggj sína,* um hon** er farin um ungdómsárini, so geri hann, sum hann vil, táið nú so má vera – hann syndar ikki – giftist tey!
Fyrra Korintbrævið 7:37 Fyrra Korintbrævið
Men tann, sum stendur fastur í hjarta sínum og er ikki undir noyðslu, men er mentur at gera, sum hann vil, og hevur sett sær fyri í hjarta sínum, at hann skal varðveita moyggj sína* – hann ger væl.
Fyrra Korintbrævið 7:38 Fyrra Korintbrævið
Tann, sum gevur* í hjúnaband, ger tí væl, og tann, sum ikki gevur** í hjúnaband, ger betur.
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið
Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.
Fyrra Korintbrævið 7:40 Fyrra Korintbrævið
Men lukkuligari er hon, um hon verður verandi, sum hon er – eftir áskoðan míni, og eg haldi meg eisini hava Anda Guds!