hór
11 versir um "hór"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:14 Onnur Mósebók
Tú mást ikki dríva hor.
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Orðtøkini 6:32 Orðtøkini
Tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur; eingin ger slíkt uttan tann, ið vil forkoma sær sjálvum.
Matteus 5:27 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt er: „Tú mást ikki dríva hor.“
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Matteus 19:9 Matteus
Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“
Triðja Mósebók 20:10 Triðja Mósebók
Drívur onkur hor við konu annars mans, við konu næsta síns, so skulu tey bæði lata lív, maðurin og kvinnan, sum hava drivið hor.
Fimta Mósebók 22:22 Fimta Mósebók
Táið maður verður tikin í at liggja hjá giftari konu, so skulu tey bæði lata lív, bæði maðurin, ið lá hjá kvinnuni, og kvinnan sjálv. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt ónda úr Ísrael.
Matteus 5:32 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.
Lukas 16:18 Lukas
Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.