hond Guds
18 versir um "hond Guds"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 5:6 Fyrra Pætursbrævið
Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt!
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Jóhannes 10:29 Jóhannes
Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns.
Onnur Mósebók 15:6 Onnur Mósebók
Høgra hond Tín, HARRI, hevur fingið heiður í megi, høgra hond Tín, HARRI, sorar fíggindar!
Ezra 8:21 Ezra
So læt eg har við ánna Ahava boða føstu, at vit skuldu eyðmýkja okkum fyri ásjón Guds okkara og biðja Hann lata eydnuna vera við okkum og børnum okkara og øllum, ið vit áttu, á ferðini.
Ezra 8:22 Ezra
Eg varnaðist at biðja kong um herfólk og hestmenn at verja okkum móti fíggindum á ferðini; tí vit høvdu sagt við kong: „Gud okkara heldur hond Sína yvir øllum teimum, ið søkja Hann, og letur teimum gangast væl; men máttur og vreiði Hansara eru yvir øllum teimum, ið venda Honum bakið.“
Ezra 8:23 Ezra
Vit fastaðu tá og bóðu Gud okkara um hjálp, og Hann bønhoyrdi okkum.
Sálmarnir 19:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 89:13 Sálmarnir
Norður og suður skapti Tú, Tabor og Hermon rópa av gleði um navn Títt.
Sálmarnir 110:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Sálmur. HARRIN segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!“
Esaias 41:13 Esaias
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: „Óttast ikki! Eg hjálpi tær!“
Esaias 41:14 Esaias
– Óttast ikki, Jákup, maðkur tín, tú lítli flokkur Ísraels. Eg hjálpi tær! sigur HARRIN, og frelsari tín er hin Heilagi Ísraels.
Esaias 48:13 Esaias
Hond Mín hevur grundað jørðina, og høgra hond Mín hevur tant út himmalin; Eg kalli á tey, og so standa tey har bæði.
Esaias 49:14 Esaias
Zion segði: „HARRIN hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!“
Esaias 49:15 Esaias
– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!
Esaias 49:16 Esaias
Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!
Ezekiel 1:3 Ezekiel
kom orð HARRANS til Ezekiel prest, son Buzi, í Kaldearalandi, við Kebará, og hond HARRANS kom har yvir hann.
Ápostlasøgan 11:21 Ápostlasøgan
Hond Harrans var við teimum; stórt tal kom til trúgv og vendi við til Harran.