Holocaust
22 versir um "Holocaust"
Versir
Síða 1 av 1Ezekiel 22:20 Ezekiel
Eins og ein savnar saman silvur, kopar, jarn, blýggj og tin í ovni og blæsur í eldin til at bræða tað, so skal Eg í vreiði og bræði Míni savna tykkum saman og leggja tykkum í ovnin og bræða tykkum.
Ezekiel 22:21 Ezekiel
Ja, Eg skal savna tykkum saman og blása upp vreiðield Mín móti tykkum, og tit skulu verða brædd í honum.
Ezekiel 22:22 Ezekiel
Sum silvur verður brætt í ovni, so skulu tit verða brædd í honum, og tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, havi úthelt vreiði Mína yvir tykkum.
Ápostlasøgan 7:6 Ápostlasøgan
Gud talaði so: „Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og teir skulu gera tey til trælir og fara illa við teimum í 400 ár.
Ápostlasøgan 7:7 Ápostlasøgan
Men fólkið, ið tey skulu træla undir, skal Eg døma“ – segði Gud – „og so skulu tey fara út haðani og skulu tæna Mær á hesum staði.“
Lukas 21:36 Lukas
Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu vera før fyri at sleppa undan øllum hesum, ið koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!“
Matteus 24:13 Matteus
Men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Matteus 24:21 Matteus
Tí tá skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið, frá tí heimurin varð til inntil nú, og sum heldur ikki skal verða.
Matteus 24:22 Matteus
Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvald eru, skulu hesir dagar verða styttir.
Opinberingin 2:10 Opinberingin
Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt líða! Djevulin skal seta nøkur av tykkum í fangahús – fyri at tit skulu verða roynd – og tit skulu hava trongd í tíggju dagar. Ver trúgv til deyðan, so skal Eg geva tær krúnu lívsins!
Opinberingin 20:4 Opinberingin
Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
Sálmarnir 83:1 Sálmarnir
Songur. Sálmur. Eftir Asaf.
Sálmarnir 83:2 Sálmarnir
Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud!
Sálmarnir 83:3 Sálmarnir
Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
Sálmarnir 83:4 Sálmarnir
Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;
Sálmarnir 83:5 Sálmarnir
teir siga: „Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!“
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Dániel 7:25 Dániel
Hann skal tala orð móti hinum Hægsta og kúga hini heilagu hins Hægsta; hann skal hava í huga at broyta tíðir og lóg, og tey skulu verða givin í hendur hansara tíð, tíðir og hálva tíð.
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Opinberingin 18:24 Opinberingin
– Í henni varð funnið blóð profeta og heilagra – og alra teirra, ið myrd eru á jørðini!“