hjúnarvígslu-hátíð
27 versir um "hjúnarvígslu-hátíð"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Rutt 1:16 Rutt
Men Rutt svaraði: „Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín;
Rutt 1:17 Rutt
har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. HARRIN lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!“
Prædikarin 4:9 Prædikarin
Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt;
Prædikarin 4:10 Prædikarin
og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur!
Prædikarin 4:11 Prædikarin
Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur!
Prædikarin 4:12 Prædikarin
Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.
Hásongurin 8:6 Hásongurin
Hav meg sum innsiglisring við hjarta títt, sum innsiglisring um armin! Tí sterkur sum deyðin er kærleiki, harður í tráan síni sum deyðaríkið; gløður hansara eru sum eldsgløður, logi HARRANS.
Hásongurin 8:7 Hásongurin
Størstu vøtn eru ikki ment at sløkkja kærleikan, áarstreymar eru ikki mentir at skola hann burtur. Um so ein vildi latið fyri kærleika alt, hann átti í húsinum, hevði hann bert verðið vanvirdur.“
Markus 10:6 Markus
Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu.
Markus 10:7 Markus
Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína,
Markus 10:8 Markus
og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold.
Markus 10:9 Markus
Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“
Fyrra Korintbrævið 13:1 Fyrra Korintbrævið
Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum;
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:11 Fyrra Korintbrævið
Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið
Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
Fyrra Korintbrævið 13:13 Fyrra Korintbrævið
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
Fyrra Pætursbrævið 4:8 Fyrra Pætursbrævið
Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda!