hjúnalag millum ymiskar ættarbólkar

138 versir um "hjúnalag millum ymiskar ættarbólkar"

Versir

Síða 2 av 3
Fyrra Kongabók 11:13 Fyrra Kongabók

Tó skal Eg ikki ríva alt ríkið frá honum; eina ætt skal Eg lata son tín fáa fyri Dávids, tænara Míns, skuld, og fyri Jerusalems skuld, sum Eg havi útvalt.“

2
Fyrra Kongabók 11:14 Fyrra Kongabók

So vakti HARRIN Sálomo upp mótstøðumann, Hadad Edomit; hann var av kongsættini í Edom.

2
Fyrra Kongabók 11:15 Fyrra Kongabók

– Ta ferðina ið Dávid var í bardaga við Edom, og Jóab, herhøvdingin, fór hagar at jarða hinar falnu og drap alt mannkyn í Edom

2
Fyrra Kongabók 11:16 Fyrra Kongabók

– í seks mánaðir vóru Jóab og alt Ísrael har, inntil hann hevði týnt alt mannkyn í Edom –

2
Fyrra Kongabók 11:17 Fyrra Kongabók

tá flýddi Hadad við nøkrum edomitiskum monnum, sum hoyrdu til tænarar faðirs hansara, og tók leiðina til Egyptalands – Hadad var tá lítil smádrongur.

2
Fyrra Kongabók 11:18 Fyrra Kongabók

Teir hildu avstað úr Midjan og komu til Paran; úr Paran tóku teir menn við sær og komu so til Egyptalands, til Farao, kongin í Egyptalandi; hann læt hann fáa hús, lovaði honum dagliga føði og gav honum jørð.

2
Fyrra Kongabók 11:19 Fyrra Kongabók

Og við tað at Farao kom at halda serliga nógv um Hadad, læt hann hann fáa konusystur sína – systur Tapenes drotning – til konu.

2
Fyrra Kongabók 11:20 Fyrra Kongabók

Við systur Tapenes fekk hann sonin Genubat, og táið Tapenes hevði vant barnið av brósti í húsi Faraos, varð Genubat verandi í húsi Faraos millum Faraos egnu børn.

2
Fyrra Kongabók 11:21 Fyrra Kongabók

Táið nú Hadad í Egyptalandi frætti, at Dávid hevði lagt seg til hvíldar hjá fedrum sínum, og at Jóab, herhøvdingin, var deyður, segði hann við Farao: „Lova mær avstað, so eg kann fara heim til land mítt!“

2
Fyrra Kongabók 11:22 Fyrra Kongabók

Farao segði við hann: „Hvat fattast tær her hjá mær, síðani tú vilt sleppa heim til land títt?“ Hann svaraði: „Einki – men tú mást endiliga lova mær avstað!“

2
Fyrra Kongabók 11:23 Fyrra Kongabók

Gud vakti Sálomo upp ein annan mótstøðumann, Rezon son Eljada, sum var flýddur frá harra sínum, Hadadezer, konginum í Zoba.

2
Fyrra Kongabók 11:24 Fyrra Kongabók

Hann savnaði menn um seg og gjørdist høvdingi yvir einum ránsflokki, ta ferðina ið Dávid drap teir;* og teir** fóru til Damaskus og settust niður har og gjørdu seg til harrar í Damaskus.

2
Fyrra Kongabók 11:25 Fyrra Kongabók

Hann var mótstøðumaður Ísraels, so leingi sum Sálomo var á lívi, og bæði hann og Hadad gjørdu Ísrael mein. Hann hataði Ísrael og gjørdist kongur í Áram.

2
Fyrra Kongabók 11:26 Fyrra Kongabók

So var eisini ein av tænarum Sálomos, Jeroboam, sonur Nebat, Efra’imitur úr Zereda; móðir hansara æt Zerua og var einkja. Eisini hann reisti seg móti konginum.

2
Fyrra Kongabók 11:27 Fyrra Kongabók

Grundin til at hann reisti seg móti konginum, var henda: Sálomo tókst tá við at byggja Millo – hann ætlaði at byggja aftur í skarðið, sum var á býi Dávids, faðirs hansara.

2
Fyrra Kongabók 11:28 Fyrra Kongabók

Nú var Jeroboam dugnaligur maður, og táið Sálomo sá, at hesin ungi maður var raskur arbeiðsmaður, setti hann hann yvir alt arbeiðið, ið hús Jósefs hevði at gera.

2
Fyrra Kongabók 11:29 Fyrra Kongabók

Um hesa somu tíðina bar so á, einaferð ið Jeroboam fór avstað úr Jerusalem, tá hitti Ahia profetur úr Silo hann á vegnum; hann* var í nýggjum kappa, og teir báðir vóru tveireinir á markini.

2
Fyrra Kongabók 11:30 Fyrra Kongabók

Tá tók Ahia tann nýggja kappan, sum hann var í, og skræddi hann í tólv stykki.

2
Fyrra Kongabók 11:31 Fyrra Kongabók

So segði hann við Jeroboam: „Tak tær tíggju stykki! Tí so sigur HARRIN Gud Ísraels: Eg skræði ríkið úr hond Sálomos og gevi tær tíggju ættir;

2
Fyrra Kongabók 11:32 Fyrra Kongabók

eina ætt skal hann sleppa at hava – fyri tænara Míns Dávids skuld og fyri Jerusalems skuld, tí tann býin havi Eg útvalt av øllum ættum Ísraels.

2
Fyrra Kongabók 11:33 Fyrra Kongabók

Hetta skal Eg gera, aftur fyri at tey hava vent Mær bakið og tilbiðið Astartu, gudinnu Zidoninga, Kamos, gud Móabs, og Milkom, gud Ammonita, og hava ikki gingið leiðir Mínar og gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum, hava ikki hildið lógir Mínar og boð Míni – soleiðis sum Dávid, faðir hansara, gjørdi.

2
Fyrra Kongabók 11:34 Fyrra Kongabók

Tó skal Eg einki av ríkinum taka frá honum sjálvum, men lata hann vera høvdinga alla tíð sína – fyri Dávids, tænara Míns, skuld, hann, ið Eg útvaldi, og sum helt boð Míni og lógir Mínar.

2
Fyrra Kongabók 11:35 Fyrra Kongabók

Frá syni hansara skal Eg taka ríkið – og geva tær tað, tíggju ættir.

2
Fyrra Kongabók 11:36 Fyrra Kongabók

Syni hansara skal Eg tó geva eina ætt, so tænari Mín Dávid altíð kann hava lampu fyri ásjón Míni í Jerusalem, býnum, ið Eg havi útvalt Mær at lata navn Mítt búgva har.

2
Fyrra Kongabók 11:37 Fyrra Kongabók

Men teg skal Eg taka og lata ráða yvir øllum, ið teg lystir, og tú skalt vera kongur yvir Ísrael.

2
Fyrra Kongabók 11:38 Fyrra Kongabók

Ert tú tá lýðin í øllum, sum Eg gevi tær boð um, gongur leiðir Mínar og gert tað, sum rætt er í eygum Mínum, so tú heldur lógir Mínar og boð Míni – soleiðis sum tænari Mín Dávid gjørdi – so skal Eg vera við tær og reisa tær hús, ið stendur fast – soleiðis sum Eg gjørdi fyri Dávid – og Eg skal geva tær Ísrael.

2
Fyrra Kongabók 11:39 Fyrra Kongabók

Men ætt Dávids skal Eg eyðmýkja aftur fyri hetta, ið gjørt er – tó ikki við alla.“

2
Fyrra Kongabók 11:40 Fyrra Kongabók

Sálomo lá nú Jeroboam eftir lívinum; men Jeroboam fór avstað og flýddi til Egyptalands, til Sisak, kongin í Egyptalandi, og hann varð í Egyptalandi, inntil Sálomo doyði.

2
Fyrra Kongabók 11:41 Fyrra Kongabók

Tað, ið annars er at siga um Sálomo, um alt tað, ið hann gjørdi, og um vísdóm hansara, tað er skrivað í krønikubók Sálomos.

2
Fyrra Kongabók 11:42 Fyrra Kongabók

Tíðin, ið Sálomo var kongur í Jerusalem yvir øllum Ísrael, var 40 ár.

2
Fyrra Kongabók 11:43 Fyrra Kongabók

So legðist Sálomo til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í býi Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Rehabeam tók ríkið eftir hann.

2
Ezra 10:1 Ezra

Sum nú Ezra bað og játtaði, har hann lá grátandi framman fyri hús Guds, savnaðist hjá honum ógvuliga stórur skari av Ísraelsmonnum, menn, kvinnur og børn; tí fólkið græt so sáran.

2
Ezra 10:2 Ezra

Tá tók Sekanja, sonur Jehiel, av eftirkomarum Olams, til orða og segði við Ezra: „Vit hava verið trúleysir móti Gudi okkara og tikið til konur fremmandar kvinnur av fólkunum her í landinum; tó er ikki enn øll vón úti fyri Ísrael í hesum máli.

2
Ezra 10:3 Ezra

Lat okkum tí nú gera sáttmála við Gud okkara um at reka burtur allar hesar kvinnur og børn teirra, soleiðis sum Harrin vil tað, og teir menn, ið biva fyri boði Guds okkara – lat verða gjørt eftir lógini!

2
Ezra 10:4 Ezra

Reis teg! Tað er jú tú, sum mást fáa hetta í lag; og vit skulu hjálpa tær – ver hugreystur og far undir tað!“

2
Ezra 10:5 Ezra

Tá reistist Ezra; og hann læt presta- og levitahøvdingarnar og allar høvdingar Ísraels gera eið uppá, at teir skuldu gera, sum sagt var; teir gjørdu tá eiðin.

2
Ezra 10:6 Ezra

So reistist Ezra og fór, haðani sum hann hevði verið, framman fyri hús Guds, inn í kamar Jóhanans, sonar Eljasibs. Og táið hann var komin hagar, kundi hann hvørki leska vátt ella turt, so stór var sorg hansara um trúloysi teirra, sum høvdu verið í útlegd.

2
Ezra 10:7 Ezra

Síðani lótu teir boð ganga um Juda og Jerusalem til allar teir, ið heim vóru komnir úr útlegdini, at teir skuldu koma saman í Jerusalem.

2
Ezra 10:8 Ezra

Og ein og hvør, sum ikki kom innan tríggjar dagar, soleiðis sum høvdingarnir og hinir elstu høvdu gjørt av, allur eigindómur hansara skuldi bannlýsast, og sjálvur skuldi hann verða rikin úr samkomu teirra, sum høvdu verið í útlegd.

2
Ezra 10:9 Ezra

Allir menn Juda og Benjamins komu tá saman í Jerusalem triðja dagin; tað var tann tjúgunda í níggjunda mánaði. Alt fólkið sat á plássinum við hús Guds, og bæði hetta, ið hent hevði, og ælini gjørdu, at teir skulvu.

2
Ezra 10:10 Ezra

Nú reistist Ezra prestur og segði við teir: „Tit hava borið tykkum trúleyst at við at taka fremmandar kvinnur til konur; tit hava við hesum økt um skyld Ísraels.

2
Ezra 10:11 Ezra

Játtið tað tí nú fyri HARRANUM Gudi fedra tykkara, og gerið vilja Hansara – skiljið tykkum frá fólkunum í landinum og frá hinum fremmandu kvinnum!“

2
Ezra 10:12 Ezra

Alt fólkið svaraði við harðari rødd: „Ja, sum tú hevur sagt, so er skylda okkara at gera!

2
Ezra 10:13 Ezra

Men fólkið er nógv, og nú er regntíð, so vit kunnu ikki verða standandi úti her; og hetta er ikki arbeiði, ið verður gjørt eftir einum degi ella tveimum, við tað at vit eru mangir, sum hava syndað í hesum.

2
Ezra 10:14 Ezra

Lat tí høvdingar okkara stíga fram fyri alt fólkið, og lat allar teir í býum okkara, sum hava tikið fremmandar kvinnur til konur, koma, hvønn ta tíð, ið honum er sett, saman við hinum elstu og dómarunum í hvørjum býi, inntil vit hava fingið vent brennandi vreiði Guds okkara burtur frá okkum viðvíkjandi hesum máli!“

2
Ezra 10:15 Ezra

Bert Jónatan, sonur Asael, og Jazeja, sonur Tikva, settu seg ímóti hesum, og Mesullam og Sabbetai Levitur styðjaðu teir.

2
Ezra 10:16 Ezra

Teir, sum høvdu verið í útlegd, gjørdu tá, sum sagt var. Teir valdu Ezra prest og nakrar menn, sum vóru ættarhøvdingar, og sum allir vóru nevndir við navni; hesir komu saman tann fyrsta í tíggjunda mánaði at granska málið;

2
Ezra 10:17 Ezra

og áðrenn tann fyrsta í fyrsta mánaði vóru teir lidnir við allar menninar, ið høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur.

2
Ezra 10:18 Ezra

Millum prestasynirnar funnust hesir, sum høvdu tikið fremmandar kvinnur til konur: Av eftirkomarum Josva, sonar Józadaks, og av brøðrum hansara: Ma’aseja, Eliezer, Jarib og Gedalja;

2
Ezra 10:19 Ezra

teir lovaðu við handtaki, at teir skuldu reka konurnar frá sær og ofra veðr úr fylginum sum skyldoffur fyri skyldina, ið teir høvdu drigið oman yvir seg.

2