hjúnalag millum ymiskar ættarbólkar
138 versir um "hjúnalag millum ymiskar ættarbólkar"
Versir
Síða 1 av 3Ápostlasøgan 16:1 Ápostlasøgan
Hann kom tá til Derbe og Lýstra. Har var lærisveinur, ið æt Timoteus, sonur trúgvandi jødiska kvinnu; faðirin var grikskur.
Fjórða Mósebók 12:1 Fjórða Mósebók
Mirjam og Áron tóku til orða móti Mósesi fyri ta etiopisku kvinnuna, ið hann hevði tikið til konu – tí hann hevði tikið etiopiska kvinnu til konu.
Fjórða Mósebók 12:2 Fjórða Mósebók
Tey søgdu: „Er tá Móses tann einasti, ið HARRIN hevur talað við! Hevur Hann ikki eisini talað við okkum!“ – Og HARRIN hoyrdi tað.
Fjórða Mósebók 12:3 Fjórða Mósebók
Men Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð.
Fjórða Mósebók 12:4 Fjórða Mósebók
Alt í einum segði HARRIN við Móses, Áron og Mirjam: „Farið út til samkomutjaldið øll trý!“ Tey fóru tá øll trý út hagar.
Fjórða Mósebók 12:5 Fjórða Mósebók
Tá kom HARRIN niður í skýstólpanum; Hann stóð í tjalddurunum og rópti Áron og Mirjam, og tey fóru bæði út hagar.
Fjórða Mósebók 12:6 Fjórða Mósebók
Hann segði: „Hoyrið nú tað, ið Eg havi at siga tykkum! Táið profetur er ímillum tykkara, so opinberi Eg, HARRIN, Meg fyri honum í sjónum og tali við hann í dreymum.
Fjórða Mósebók 12:7 Fjórða Mósebók
Øðrvísi er við tænara Mínum Mósesi; hann er trúgvur í øllum húsi Mínum.
Fjórða Mósebók 12:8 Fjórða Mósebók
Andlit til andlit tali Eg við hann, ikki í sjónum ella gátum, og hann sær mynd HARRANS. Hvussu bar tað tá til, at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?“
Fjórða Mósebók 12:9 Fjórða Mósebók
Og vreiði HARRANS tendraðist móti teimum, og Hann fór frá teimum.
Fjórða Mósebók 12:10 Fjórða Mósebók
Táið nú skýggið dró burtur av tjaldinum, var Mirjam spitølsk – hvít sum kavi; táið Áron vendi sær móti Mirjam, sá hann, at hon var spitølsk.
Fjórða Mósebók 12:11 Fjórða Mósebók
Tá segði Áron við Móses: „Hoyr meg, harri! Lat okkum ikki bøta fyri synd, ið vit hava gjørt í dárskapi!
Fjórða Mósebók 12:12 Fjórða Mósebók
Lat hana ikki vera sum andleystføtt barn, sum helvtin av kjøtinum er rotnað á, táið tað kemur úr móðurlívi!“
Fjórða Mósebók 12:13 Fjórða Mósebók
Móses rópti tá til HARRAN og segði: „Á Gud, ger hana fríska aftur!“
Fjórða Mósebók 12:14 Fjórða Mósebók
HARRIN svaraði Mósesi: „Hevði faðir hennara spýtt í andlit hennara, mundi hon tá ikki sitið við skomm síni í sjey dagar! – Tí skal hon í sjey dagar vera útistongd frá tilhaldinum; so kann hon verða innaftur tikin.“
Fjórða Mósebók 12:15 Fjórða Mósebók
Mirjam varð tá útistongd frá tilhaldinum í sjey dagar, og fólkið fór ikki longur, fyrrenn Mirjam var afturkomin.
Fjórða Mósebók 12:16 Fjórða Mósebók
Síðani fór fólkið avstað úr Hazerot, og tey reistu tjøldini í Paransoyðimørk.
Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Dániel 2:43 Dániel
At jarnið, ið tú sást, var blandað við leir, talar um, at teir við giftum skulu blanda seg saman, men at kortini einki samanhald skal vera teirra millum – eins og jarn og leir ikki samtykkja.
Ápostlasøgan 17:26 Ápostlasøgan
Hann hevur gjørt øll fólkasløg av einum blóði – til at búgva um alt jarðarríki; og Hann hevur givið teimum ásettar tíðir og markini fyri bústøðum teirra,
Triðja Mósebók 19:19 Triðja Mósebók
Haldið lógir Mínar! – Av fæi tínum mást tú ikki lata tvey dýr hvørt av sínum slagnum para seg. Tú skalt ikki sáa tvinnanda sløg av sáði í akur tín. Garn og veftur mugu ikki vera hvørt sítt slagið í klæðunum, sum tú gongur í.
Fimta Mósebók 7:3 Fimta Mósebók
Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur;
Ezra 9:1 Ezra
Men táið alt hetta var gjørt, komu høvdingarnir til mín og søgdu: „Hvørki fólkið í Ísrael ella prestarnir og Levitarnir hava hildið seg fráskildar frá fólkum landanna, soleiðis sum viðurstygdir teirra áttu at fingið teir at gjørt – frá Kána’anitum, Hetitum, Perizitum, Jebusitum, Ammonitum, Móabitum, Egyptum og Amoritum.
Ezra 9:2 Ezra
Nei, teir hava tikið sær og sonum sínum konur av døtrum teirra, og soleiðis hevur hin heilaga ættin blandað seg við fólk landanna – og høvdingarnir og yvirmenninir hava verið undangongumenn í hesum trúloysi!“
Rómverjabrævið 10:12 Rómverjabrævið
Eingin munur er á Jøda og Grikka; hin sami er jú Harri alra og nóg ríkur fyri øll tey, sum kalla á Hann.
Rómverjabrævið 10:13 Rómverjabrævið
Tí „hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“
Fimta Mósebók 7:4 Fimta Mósebók
tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt.
Fimta Mósebók 22:9 Fimta Mósebók
Tú mást ikki – fyri at fáa tvey sløg av grøði av víngarði tínum – sáa nakað í hann; annars fellur alt undir halgidómin, bæði tað, ið tú sáaði, og ávøkstur víngarðsins.
Fimta Mósebók 22:10 Fimta Mósebók
Tú mást ikki pløga við neyti og esli fyri sama plógvi.
Fimta Mósebók 22:11 Fimta Mósebók
Tú mást ikki ganga í klæðum, sum eru vovin av tvinnanda sløgum av tilfari, av ull og líni.
Ezra 9:12 Ezra
Tí mugu tit ikki geva sonum teirra døtur tykkara, ei heldur taka sonum tykkara døtur teirra til konur, og tit mugu aldri stevna eftir vælferð og lukku teirra – so tit kunnu verða sterkir og sleppa at eta av tí góða, sum í landinum er, og lata børn tykkara fáa tað í ogn allar ævir.“
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið
Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki.
Onnur Mósebók 34:16 Onnur Mósebók
Og tú fert av døtrum teirra at taka sonum tínum konur, og so fara døtur teirra í trúleysum fráfalli at renna eftir gudum sínum og villleiða synir tínar at gera tað sama!
Fimta Mósebók 7:1 Fimta Mósebók
„Táið HARRIN Gud tín hevur leitt teg inn í landið, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, og Hann rekur út fyri tær mong fólkasløg – Hetitar, Girgasitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar, sjey fólk, sum eru størri og sterkari enn tú –
Fimta Mósebók 7:2 Fimta Mósebók
táið HARRIN Gud tín gevur tey í hendur tínar, so tú vinnur á teimum, skalt tú sláa tey við banni; tú mást ikki gera sáttmála við tey og ikki vísa teimum náði.
Fimta Mósebók 7:5 Fimta Mósebók
Nei, soleiðis skulu tit gera við tey: Altar teirra skulu tit ríva niður, minnissteinar teirra skulu tit bróta sundur, Asjerur teirra skulu tit høgga niður, og skurðgudamyndir teirra skulu tit brenna.
Fimta Mósebók 7:6 Fimta Mósebók
Tí tú ert eitt fólk, ið er HARRANUM Gudi tínum halgað; teg hevur HARRIN Gud tín útvalt at vera ognarfólk Sítt fram um øll fólk á jørðini.
Fyrra Kongabók 11:1 Fyrra Kongabók
Men Sálomo kongur elskaði nógvar fremmandar kvinnur aðrar enn dóttur Farao – móabitiskar, ammonitiskar, edomitiskar, zidoniskar, hetitiskar
Fyrra Kongabók 11:2 Fyrra Kongabók
– kvinnur av fólkasløgunum, ið HARRIN hevði sagt um við Ísraelsmenn: „Tit mugu ikki hava við tey at gera, og tey ikki við tykkum; annars fara tey vissuliga at draga hjarta tykkara til gudar sínar!“ – Til teirra helt Sálomo seg og elskaði tær.
Fyrra Kongabók 11:3 Fyrra Kongabók
Hann hevði 700 konur – prinsessur – og 300 hjákonur; og konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá HARRANUM.
Fyrra Kongabók 11:4 Fyrra Kongabók
Táið Sálomo varð gamal, drógu konur hansara hjarta hansara til fremmandar gudar, og hjarta hansara var ikki longur heilt við HARRANUM Gudi hansara, soleiðis sum hjarta Dávids, faðirs hansara, hevði verið.
Fyrra Kongabók 11:5 Fyrra Kongabók
Sálomo helt seg tá til Astartu, gudinnu Zidoninga, og Milkom, viðurstygd Ammonita.
Fyrra Kongabók 11:6 Fyrra Kongabók
Soleiðis gjørdi Sálomo tað, ið ónt var í eygum HARRANS, og fylgdi ikki trúliga HARRANUM eftir, soleiðis sum Dávid, faðir hansara, hevði gjørt.
Fyrra Kongabók 11:7 Fyrra Kongabók
Sálomo reisti tá Kamos, viðurstygd Móabs, offurheyggj á fjallinum, ið stendur beint yvir av Jerusalem, og somuleiðis Molok, viðurstygd Ammonita.
Fyrra Kongabók 11:8 Fyrra Kongabók
Og soleiðis gjørdi hann fyri allar hinar fremmandu konur sínar, sum brendu roykilsi fyri gudum sínum og ofraðu til teirra.
Fyrra Kongabók 11:9 Fyrra Kongabók
Tá varð HARRIN illur við Sálomo, tí hann hevði vent hjarta sínum burtur frá HARRANUM Gudi Ísraels, sum tvær ferðir hevði opinberað Seg fyri honum,
Fyrra Kongabók 11:10 Fyrra Kongabók
og sum hevði lagt honum hetta so eina við, ikki at halda seg til fremmandar gudar – men hann hevði ikki hildið tað, ið HARRIN hevði álagt honum.
Fyrra Kongabók 11:11 Fyrra Kongabók
HARRIN segði tí við Sálomo: „Eftirsum so er vorðið við tær, og tú hevur ikki hildið sáttmála Mín og lógir Mínar, sum Eg havi givið tær, so skal Eg ríva ríkið frá tær og lata tænara tín fáa tað.
Fyrra Kongabók 11:12 Fyrra Kongabók
Men fyri Dávids, faðirs tíns, skuld skal Eg ikki gera tað, meðan tú ert á lívi – frá syni tínum skal Eg ríva ríkið.