hjúnalag millum ymiskar trúgv

1305 versir um "hjúnalag millum ymiskar trúgv"

Versir

Síða 1 av 27
Fyrra Korintbrævið 7:12 Fyrra Korintbrævið

Við hini* sigi eg – ikki Harrin: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu – og hon vil búgva saman við honum – so skilji hann seg ikki frá henni!

33
Fyrra Korintbrævið 7:13 Fyrra Korintbrævið

Og hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!

33
Fyrra Korintbrævið 7:14 Fyrra Korintbrævið

Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heilag.

33
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið

Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!

15
Fimta Mósebók 7:3 Fimta Mósebók

Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur;

14
Fimta Mósebók 7:4 Fimta Mósebók

tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt.

14
Ezra 10:2 Ezra

Tá tók Sekanja, sonur Jehiel, av eftirkomarum Olams, til orða og segði við Ezra: „Vit hava verið trúleysir móti Gudi okkara og tikið til konur fremmandar kvinnur av fólkunum her í landinum; tó er ikki enn øll vón úti fyri Ísrael í hesum máli.

9
Fyrra Pætursbrævið 3:1 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína –

8
Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið

Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.

4
Fyrsta Mósebók 24:3 Fyrsta Mósebók

so skal eg lata teg svørja um HARRAN, Gud yvir himli og jørð, at tú skalt ikki lata son mín taka sær konu av døtrum Kána’anita, sum eg búgvi ímillum!

3
Fyrsta Mósebók 24:4 Fyrsta Mósebók

Nei, tú skalt fara til mítt egna land og til ætt mína og taka Ísaki, syni mínum, konu haðani!“

3
Fyrra Kongabók 11:2 Fyrra Kongabók

– kvinnur av fólkasløgunum, ið HARRIN hevði sagt um við Ísraelsmenn: „Tit mugu ikki hava við tey at gera, og tey ikki við tykkum; annars fara tey vissuliga at draga hjarta tykkara til gudar sínar!“ – Til teirra helt Sálomo seg og elskaði tær.

3
Malakias 2:11 Malakias

Juda hevur borið seg trúleyst at, og í Ísrael og Jerusalem er gjørt tað, sum viðurstyggiligt er; tí Juda hevur vanhalgað halgidóm HARRANS, sum Hann elskar, og hevur gift seg við dóttur fremmandan gud.

3
Fyrra Korintbrævið 7:39 Fyrra Korintbrævið

Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.

3
Esaias 1:1 Esaias

Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerusalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda.

2
Esaias 1:2 Esaias

Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær.

2
Esaias 1:3 Esaias

Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki.

2
Esaias 1:4 Esaias

Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið.

2
Esaias 1:5 Esaias

Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er;

2
Esaias 1:6 Esaias

frá iljum til hviril er einki heilt – skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju!

2
Esaias 1:7 Esaias

Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara – har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur.

2
Esaias 1:8 Esaias

Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður.

2
Esaias 1:9 Esaias

Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.

2
Esaias 1:10 Esaias

Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!

2
Esaias 1:11 Esaias

Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.

2
Esaias 1:12 Esaias

Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!

2
Esaias 1:13 Esaias

Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!

2
Esaias 1:14 Esaias

Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.

2
Esaias 1:15 Esaias

Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!

2
Esaias 1:16 Esaias

Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!

2
Esaias 1:17 Esaias

Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!

2
Esaias 1:18 Esaias

Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.

2
Esaias 1:19 Esaias

Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;

2
Esaias 1:20 Esaias

men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði – tí muður HARRANS hevur talað!

2
Esaias 1:21 Esaias

– At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú – manndráparar!

2
Esaias 1:22 Esaias

Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;

2
Esaias 1:23 Esaias

stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.

2
Esaias 1:24 Esaias

Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!

2
Esaias 1:25 Esaias

Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.

2
Esaias 1:26 Esaias

Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.

2
Esaias 1:27 Esaias

Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.

2
Esaias 1:28 Esaias

Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.

2
Esaias 1:29 Esaias

Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.

2
Esaias 1:30 Esaias

Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.

2
Esaias 1:31 Esaias

Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.

2
Esaias 2:1 Esaias

Hetta er tað, ið Esaias, sonur Amoz, skoðaði um Juda og Jerusalem.

2
Esaias 2:2 Esaias

So skal verða á síðstu døgum, at fjallið, ið hús HARRANS stendur á, skal vera grundfest á fjallatindunum og høgt yvir øllum hæddum. Hagar skulu øll fólkini streyma;

2
Esaias 2:3 Esaias

ja, mong fólkasløg skulu fara avstað og siga: „Komið, latið okkum fara niðan á fjall HARRANS, til hús Jákups Guds, so Hann kann læra okkum leiðir Sínar, og vit kunnu ganga á gøtum Hansara!“ Tí av Zion skal ganga út opinbering, og orð HARRANS úr Jerusalem.

2
Esaias 2:4 Esaias

Og Hann skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.

2
Esaias 2:5 Esaias

Kom, hús Jákups, latið okkum ganga í ljósi HARRANS!

2