hjúnakærleiki
24 versir um "hjúnakærleiki"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Fyrra Pætursbrævið 3:8 Fyrra Pætursbrævið
Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!
Fyrra Pætursbrævið 3:9 Fyrra Pætursbrævið
Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.
Fyrra Pætursbrævið 3:10 Fyrra Pætursbrævið
Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik!
Fyrra Pætursbrævið 3:11 Fyrra Pætursbrævið
Hann vendi sær frá illum og geri gott, hann søki frið og stevni eftir honum!
Fyrra Pætursbrævið 3:12 Fyrra Pætursbrævið
Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt.
Orðtøkini 5:18 Orðtøkini
Kelda tín veri signað, gleð teg í konu ungdóms tíns!
Orðtøkini 5:19 Orðtøkini
Hin elskuliga hindin, hin yndisliga gemsan – barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók
Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.
Fyrra Korintbrævið 13:1 Fyrra Korintbrævið
Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla.
Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum;
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:11 Fyrra Korintbrævið
Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið
Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
Fyrra Korintbrævið 13:13 Fyrra Korintbrævið
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!