hjálpt sjálvmorð

20 versir um "hjálpt sjálvmorð"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

25
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

25
Prædikarin 7:17 Prædikarin

Ver ikki ov gudleysur, og ver ikki dári! – Hví vilt tú doyggja fyri tíðina?

21
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók

Tú mást ikki drepa.

12
Sálmarnir 5:6 Sálmarnir

Hugmóðig verða ikki standandi fyri eygum Tínum; Tú hatar øll tey, ið gera órætt.

8
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið

Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.

7
Seinna Korintbrævið 12:10 Seinna Korintbrævið

Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.

7
Sálmarnir 34:17 Sálmarnir

Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.

6
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir

Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.

6
Sálmarnir 34:19 Sálmarnir

HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.

6
Sálmarnir 34:20 Sálmarnir

Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;

6
Prædikarin 8:7 Prædikarin

hann veit jú ikki, hvat ið fer at henda; hvør kann siga honum, hvussu fer at ganga!

4
Prædikarin 8:8 Prædikarin

Einki menniskja hevur vald á vindinum, so hann kann halda honum aftur, og líka lítið er nakar harri yvir deyðadeginum; bardaganum kann eingin sleppa sær undan, og gudloysi bjargar ikki honum, ið fremur tað.

4
Prædikarin 3:1 Prædikarin

Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína.

3
Prædikarin 3:2 Prædikarin

At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína;

3
Prædikarin 3:3 Prædikarin

at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína;

3
Fyrra Sámuelsbók 31:4 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Saul við vápnasvein sín: „Drag svørð títt og stikk tað ígjøgnum meg, so ikki hesir óumskornu koma og stinga meg og fara illa við mær!“ Men vápnasveinurin vildi ikki – hann tordi ikki. Tá tók Saul sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað.

2
Fyrra Sámuelsbók 31:5 Fyrra Sámuelsbók

Táið vápnasveinurin sá, at Saul var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði saman við honum.

2
Job 1:20 Job

Tá reisti Job seg upp og skræddi kappan, klipti hárið av høvdinum, kastaði seg til jarðar og tilbað

2
Job 1:21 Job

og segði: „Nakin kom eg úr móðurfangi, og nakin fari eg hagar aftur – HARRIN gav, og HARRIN tók; navn HARRANS veri lovað!“

2