hjálp
22 versir um "hjálp"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Onnur Mósebók 14:14 Onnur Mósebók
HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!“
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Orðtøkini 3:6 Orðtøkini
Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.
Jóhannes 14:14 Jóhannes
Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.
Hebrearabrævið 10:35 Hebrearabrævið
Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara – tað hevur stóra løn!
Sálmarnir 34:17 Sálmarnir
Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 54:4 Sálmarnir
Gud, hoyr bøn mína, lurta eftir orðunum av munni mínum!
Sálmarnir 118:7 Sálmarnir
HARRIN, Hann er hjálpari mín; eg skal við gleði skoða teir, ið hata meg.
Sálmarnir 121:1 Sálmarnir
Songur. Á hátíðarferðunum. Eg lyfti upp eygu míni móti fjøllunum; hvaðani skal hjálp mín koma?
Sálmarnir 121:2 Sálmarnir
Hjálp mín kemur frá HARRANUM, sum hevur skapt himmal og jørð.
Sálmarnir 121:3 Sálmarnir
Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg!
Sálmarnir 121:4 Sálmarnir
Nei, Hann blundar ikki og svevur ikki, Hann, sum varðar Ísrael!
Sálmarnir 121:5 Sálmarnir
HARRIN er tann, ið varðar teg, HARRIN er skuggi tín undir høgru lið tíni;
Sálmarnir 121:6 Sálmarnir
sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina;
Sálmarnir 121:7 Sálmarnir
HARRIN varðar teg fyri øllum illum, Hann varðar sál tína.
Sálmarnir 121:8 Sálmarnir
HARRIN skal varða útgang og inngang tín, frá nú og til ævigar tíðir.
Seinna Krønikubók 14:11 Seinna Krønikubók
Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: „HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara – lat ikki menniskja standa seg móti Tær!“
Sálmarnir 28:7 Sálmarnir
Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.
Jóhannes 14:16 Jóhannes
Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir,
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.