hinir gudleysu / óndu

8 versir um "hinir gudleysu / óndu"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 21:8 Opinberingin

Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

7
Malakias 4:3 Malakias

Tit skulu traðka niður hini gudleysu; tey skulu vera sum øska undir fótum tykkara, tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna.

6
Matteus 25:41 Matteus

So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!

6
Sálmarnir 37:32 Sálmarnir

Hin gudleysi lúrir eftir hinum rættvísa og liggur honum eftir lívinum;

5
Matteus 25:46 Matteus

Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“

5
Seinna Pætursbrævið 2:4 Seinna Pætursbrævið

Gud eirdi jú ikki einglum, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.

5
Matteus 10:28 Matteus

Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina! Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti!

4
Opinberingin 20:6 Opinberingin

Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.

4