hin sjeyndi dagurin

10 versir um "hin sjeyndi dagurin"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 2:2 Fyrsta Mósebók

Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.

3
Fyrsta Mósebók 2:3 Fyrsta Mósebók

Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.

2
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók

Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!

2
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók

Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;

2
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók

men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.

2
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók

Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.

2
Onnur Mósebók 31:17 Onnur Mósebók

hann skal vera ævigt tekin millum Meg og Ísraelsmenn. Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal og jørð, men sjeynda dagin hvíldi Hann og helt Seg stillan.““

2
Onnur Mósebók 35:2 Onnur Mósebók

Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera tykkum heilagur hvíludagur, háheilagur sabbatur fyri HARRANUM; hvør tann, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal lata lív.

2
Triðja Mósebók 23:3 Triðja Mósebók

Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.

2
Hebrearabrævið 4:4 Hebrearabrævið

Um hin sjeynda dagin hevur Hann einastaðni sagt so: „Gud hvíldi hin sjeynda dagin eftir øll verk Síni“

2