hin ófyrigeviliga syndin
96 versir um "hin ófyrigeviliga syndin"
Versir
Síða 2 av 2Matteus 12:45 Matteus
Tá fer hann avstað og tekur við sær sjey aðrar andar, ið verri eru enn hann sjálvur; táið teir so eru farnir inn, verða teir búgvandi har, og hitt seinna hjá tí menniskja verður verri enn hitt fyrra. So skal eisini gangast hesi óndu ætt.“
Matteus 12:46 Matteus
Meðan Hann enn talaði til fólkið, stóðu móðir og brøður Hansara uttanfyri og vildu tosa við Hann.
Matteus 12:47 Matteus
Ein segði nú við Hann: „Móðir Tín og brøður Tínir standa uttanfyri og vilja tosa við Teg!“
Matteus 12:48 Matteus
Men Hann svaraði honum, ið bar Honum hesi boð: „Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?“
Matteus 12:49 Matteus
Og Hann rætti út hondina yvir lærisveinar Sínar og segði: „Hygg, her er móðir Mín, og her eru brøður Mínir!
Matteus 12:50 Matteus
Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín.“
Markus 3:1 Markus
Aftur fór Hann inn í sýnagogu, og har var maður, sum hevði visna hond.
Markus 3:2 Markus
Teir høvdu eyguni eftir Honum, um Hann mundi fara at grøða hann sabbat, fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri.
Markus 3:3 Markus
Tá segði Hann við mannin, ið hevði hina visnu hondina: „Reis teg og kom fram higar!“
Markus 3:4 Markus
So segði Hann við teir: „Hvat er loyviligt sabbat: At gera gott ella at gera ilt, at bjarga lívi ella at drepa?“ Teir tagdu.
Markus 3:5 Markus
Tá hugdi Hann runt á teir í vreiði, harmur um, at hjørtu teirra vóru so hørð, og segði so við mannin: „Rætt út hondina!“ Hann rætti hana út, og hond hansara varð frísk aftur.
Markus 3:6 Markus
Tá fóru Fariseararnir við tað sama út og hildu ráð saman við Heródingum móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum.
Markus 3:7 Markus
Jesus fór nú burtur við lærisveinum Sínum til vatnið, og stór mongd av fólki úr Galilea fylgdi eftir. Og úr Judea,
Markus 3:8 Markus
úr Jerusalem, úr Idumea og úr landinum hinumegin Jordan og rundan um Týrus og Sidon komu stórir skarar av fólki til Hansara, táið tey hoyrdu um stórverkini, ið Hann gjørdi.
Markus 3:9 Markus
Tá segði Hann við lærisveinar Sínar, at bátur skuldi vera til reiðar til Hansara fyri fólksins skuld, so tey skuldu ikki treingja Hann.
Markus 3:10 Markus
Tí Hann grøddi mong, so tey beinan vegin lupu á Hann fyri at sleppa at nema við Hann, øll, sum høvdu plágur.
Markus 3:11 Markus
Táið hinir óreinu andar sóu Hann, fullu teir niður fyri Honum og róptu: „Tú ert Sonur Guds!“
Markus 3:12 Markus
Men Hann beyð teimum við nógvum strongum orðum, at teir máttu ikki gera Hann kendan.
Markus 3:13 Markus
Hann fór so niðan á fjallið og kallaði til Sín teir, ið Hann sjálvur vildi; og teir komu til Hansara.
Markus 3:14 Markus
So útvaldi Hann tólv, sum skuldu vera hjá Honum, og sum Hann so kundi senda út at prædika;
Markus 3:15 Markus
teir skuldu hava vald at reka út illar andar.
Markus 3:16 Markus
Hann gav Símuni navnið Pætur;
Markus 3:17 Markus
so var Jákup, sonur Zebedeus, og Jóhannes, bróðir Jákup; teimum báðum gav Hann navnið Boanerges, tað er Torusynir;
Markus 3:18 Markus
so Andrias, Filip, Bartolomeus, Matteus, Tummas, Jákup, sonur Alfeus, Taddeus, Símun Kánaneari
Markus 3:19 Markus
og Judas Iskariot, hann, ið sveik Hann.
Markus 3:20 Markus
So kom Hann heim, og aftur kom fólkið saman, so teir fingu ikki so mikið sum stundir at eta.
Markus 3:21 Markus
Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: „Hann er frá Sær sjálvum!“
Markus 3:22 Markus
Hinir skriftlærdu, ið komnir vóru oman úr Jerusalem, søgdu: „Hann hevur Be’elzebul, og tað er við høvdinga hinna illu anda, Hann rekur út hinar illu andar!“
Markus 3:23 Markus
Tá kallaði Hann teir til Sín og segði við teir í líknilsum: „Hvussu kann Satan reka út Satan!
Markus 3:24 Markus
Er ríki komið í stríð við seg sjálvt, kann tað ríki ikki verða standandi.
Markus 3:25 Markus
Er hús komið í stríð við seg sjálvt, kann tað hús ikki verða standandi.
Markus 3:26 Markus
Og hevur Satan sett seg upp móti sær sjálvum og er komin í stríð við seg sjálvan, kann hann ikki verða standandi, nei, tað er úti við honum.
Markus 3:27 Markus
Eingin kann fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka; tá kann hann ræna hús hansara.
Markus 3:31 Markus
So komu móðir og brøður Hansara; tey stóðu uttanfyri og sendu boð inn til Hansara og bóðu Hann koma út.
Markus 3:32 Markus
Fólkið sat rundan um Hann; og tey søgdu við Hann: „Móðir Tín og brøður Tínir eru uttanfyri og spyrja eftir Tær!“
Markus 3:33 Markus
Tá svaraði Hann teimum: „Hvør er móðir Mín, og hvørjir eru brøður Mínir?“
Markus 3:34 Markus
Og Hann hugdi rundan um Seg á tey, sum rundan um Hann sótu, og segði: „Hyggið, her eru móðir Mín og brøður Mínir!
Markus 3:35 Markus
Tí tann, ið ger vilja Guds, hann er bróðir og systir og móðir Mín.“
Hebrearabrævið 6:4 Hebrearabrævið
Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum,
Hebrearabrævið 6:5 Hebrearabrævið
hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heims – og sum so eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur,
Hebrearabrævið 6:6 Hebrearabrævið
við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott.
Hebrearabrævið 6:7 Hebrearabrævið
Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana – ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi.
Hebrearabrævið 6:8 Hebrearabrævið
Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív – teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða.
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at hvør tann, ið føddur er av Gudi, syndar ikki; nei, tann, ið føddur er av Gudi, varðar seg sjálvan, og hin illi nemur hann ikki.