hin ófyrigeviliga syndin
96 versir um "hin ófyrigeviliga syndin"
Versir
Síða 1 av 2Markus 3:28 Markus
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir, hvussu stórliga tey so spotta;
Markus 3:29 Markus
men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd.“
Matteus 12:31 Matteus
Tí sigi Eg tykkum: Øll synd og spottan skal verða menniskjum fyrigivin; men spottan móti Andanum skal ikki verða fyrigivin.
Matteus 12:32 Matteus
Og um onkur talar orð móti Menniskjasyninum – tað skal verða honum fyrigivið; men tann, ið talar móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið, hvørki í hesi tíð ella í hini komandi.
Lukas 12:10 Lukas
Og hvør tann, ið talar orð móti Menniskjasyninum, honum skal tað verða fyrigivið; men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, honum skal tað ikki verða fyrigivið.
Markus 3:30 Markus
Tí teir søgdu: „Hann hevur óreinan anda!“
Hebrearabrævið 10:26 Hebrearabrævið
Tí synda vit við vilja eftir at hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri syndir,
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Matteus 12:1 Matteus
Um ta tíðina gekk Jesus gjøgnum akur sabbat, og lærisveinar Hansara vóru svangir og fóru at slíta øks og eta.
Matteus 12:2 Matteus
Táið Fariseararnir sóu tað, søgdu teir við Hann: „Hygg, lærisveinar Tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera sabbat!“
Matteus 12:3 Matteus
Hann svaraði teimum: „Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, táið hann var svangur, og teir, ið við honum vóru
Matteus 12:4 Matteus
– hvussu hann fór inn í hús Guds og át sýnisbreyðini, sum ikki hann hevði loyvi at eta, ei heldur teir, ið við honum vóru, men prestarnir eina?
Matteus 12:5 Matteus
Ella hava tit ikki lisið í lógini, at prestarnir sabbat vanhalga sabbatin í templinum og eru tó ikki sekir?
Matteus 12:6 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at her er tað, sum størri er enn templið.
Matteus 12:7 Matteus
Men høvdu tit vitað, hvat hetta er: „Eg vil hava miskunn og ikki offur,“ so høvdu tit ikki dómfelt teir, ið sakleysir eru.
Matteus 12:8 Matteus
Tí Menniskjasonurin er harri sabbatsins.“
Matteus 12:9 Matteus
So fór Hann haðani og kom inn í sýnagogu teirra.
Matteus 12:10 Matteus
Har var maður, ið hevði visna hond. Teir spurdu Hann nú: „Er loyviligt at grøða sabbat?“ – fyri at teir kundu fáa okkurt at klaga Hann fyri.
Matteus 12:11 Matteus
Tá segði Hann við teir: „Um onkur tykkara eigur seyð, sum sabbat dettur í eina grøv – hvør er hann, sum tá ikki tekur í hann og dregur hann uppúr aftur!
Matteus 12:12 Matteus
Hvussu mangan meir er nú ikki menniskja enn seyður! Tí er loyviligt at gera væl sabbat.“
Matteus 12:13 Matteus
So segði Hann við mannin: „Rætt út hondina!“ Hann rætti hana út, og hon varð frísk aftur sum hin.
Matteus 12:14 Matteus
Tá fóru Fariseararnir út og løgdu saman ráð móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum.
Matteus 12:15 Matteus
Men táið Jesus fekk hetta at vita, fór Hann burtur haðani. Og mong fylgdu Honum, og Hann grøddi tey øll.
Matteus 12:16 Matteus
Men Hann beyð teimum strangliga ikki at gera Hann kendan
Matteus 12:17 Matteus
– fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við Esaiasi profeti, ið sigur:
Matteus 12:18 Matteus
„Hygg tænari Mín, sum Eg havi útvalt, elskaði Mín, sum sál Mín hevur tokka til! Eg skal lata Anda Mín koma yvir Hann, og Hann skal kunngera heidningunum rætt.
Matteus 12:19 Matteus
Hann skal ikki træta og ikki rópa, og eingin skal hoyra mál Hansara á gøtunum.
Matteus 12:20 Matteus
Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur.
Matteus 12:21 Matteus
Til navn Hansara skulu heidningarnir seta vón sína.“
Matteus 12:22 Matteus
Nú varð ein, ið settur var av illum anda, og sum var blindur og stummur, leiddur til Hansara; og Hann grøddi hann, so hin stummi talaði og sá.
Matteus 12:23 Matteus
Tá stóð alt fólkið ovfarið og segði: „Man tað vera so, at hetta er Dávidssonurin?“
Matteus 12:24 Matteus
Men táið Fariseararnir hoyrdu hetta, søgdu teir: „Tað er bert við Be’elzebul, høvdinga hinna illu anda, hesin rekur út illar andar!“
Matteus 12:25 Matteus
Men Jesus, sum visti, hvat teir hugsaðu, segði við teir: „Hvørt ríki, sum kemur í stríð við seg sjálvt, legst í oyði, og eingin býur, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður standandi, einki hús heldur.
Matteus 12:26 Matteus
Um nú Satan rekur út Satan, er hann komin í stríð við seg sjálvan; hvussu verður ríki hansara tá standandi!
Matteus 12:27 Matteus
Reki Eg nú út hinar illu andar við Be’elzebul, við hvørjum reka tá synir tykkara teir út? Teir skulu tí vera dómarar tykkara.
Matteus 12:28 Matteus
Men reki Eg út hinar illu andar við Anda Guds, er jú ríki Guds komið til tykkara.
Matteus 12:29 Matteus
Ella hvussu kann nakar fara inn í hús hins sterka og ræna tað, sum hann eigur, uttan hann fyrst bindur hin sterka! Tá kann hann ræna hús hansara.
Matteus 12:30 Matteus
Tann, ið ikki er við Mær, er ímóti Mær; og tann, ið ikki savnar við Mær, skilir sundur.
Matteus 12:33 Matteus
Latið annaðhvørt træið vera gott og ávøkst tess góðan, ella latið træið vera ringt og ávøkst tess ringan! Tí av ávøkstinum kennist træið.
Matteus 12:34 Matteus
Ormaavkom! Hvussu kunnu tit tala gott, tit, sum eru óndir! Tí muðurin talar tað, sum hjartað er ov fult av.
Matteus 12:35 Matteus
Gott menniskja ber fram gott av hinum góða, ið tað hevur til, og ringt menniskja ber fram ónt av hinum ónda, ið tað hevur til.
Matteus 12:36 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at menniskjuni skulu dómsdagin svara fyri hvørt tómt orð, tey tala.
Matteus 12:37 Matteus
Tí eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur rættvísur, og eftir orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.“
Matteus 12:38 Matteus
Tá tóku nakrir av hinum skriftlærdu og Farisearunum til orða og søgdu við Hann: „Meistari! Okkum hevði dámt at sæð tekin frá Tær.“
Matteus 12:39 Matteus
Men Hann svaraði teimum: „Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin; men henni skal einki tekin verða givið uttan tekin Jónasar profets.
Matteus 12:40 Matteus
Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar.
Matteus 12:41 Matteus
Menn úr Nineve skulu stíga fram í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí teir vendu við, táið Jónas prædikaði fyri teimum – og hyggið, her er meir enn Jónas!
Matteus 12:42 Matteus
Drotningin úr Suðurlandi skal rísa upp í dóminum saman við hesi ætt og dómfella hana; tí hon kom frá enda jarðarinnar at hoyra vísdóm Sálomons – og hyggið, her er meir enn Sálomon!
Matteus 12:43 Matteus
Táið hin óreini andin er farin út úr menniskjanum, gongur hann um á vatnleysum støðum og leitar eftir hvílu, men finnur hana ikki.
Matteus 12:44 Matteus
Tá sigur hann: „Eg skal fara aftur í hús mítt, sum eg fór úr.“ Og táið hann kemur hagar, sær hann, at tað stendur tómt og er sópað og prýtt.