himmal og helviti
36 versir um "himmal og helviti"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 25:46 Matteus
Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív.“
Rómverjabrævið 2:6 Rómverjabrævið
Hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara.
Rómverjabrævið 2:7 Rómverjabrævið
Ævigt lív skal Hann geva teimum, sum við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika.
Rómverjabrævið 2:8 Rómverjabrævið
Men yvir tey, sum hava hug til stríð og akta ikki sannleikan, men akta órættvísina, skal koma vreiði og bræði;
Opinberingin 21:8 Opinberingin
Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“
Opinberingin 20:10 Opinberingin
Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
Matteus 25:41 Matteus
So skal Hann eisini siga við tey við vinstru lið Sína: „Farið burt frá Mær, tit bannaðu, í hin æviga eld, sum gjørdur er til reiðar Djevulinum og einglum hansara!
Lukas 23:43 Lukas
Hann svaraði honum: „Sanniliga, sigi Eg tær: Í dag skalt tú vera við Mær í Paradísi!“
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið
Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Hebrearabrævið 9:27 Hebrearabrævið
Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur –
Opinberingin 21:1 Opinberingin
Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.
Opinberingin 21:2 Opinberingin
Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerusalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum.
Opinberingin 21:3 Opinberingin
Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: „Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.
Opinberingin 21:4 Opinberingin
Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.“
Opinberingin 21:5 Opinberingin
Hann, sum í hásætinum sat, segði: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ Og Hann segði við meg: „Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.“
Opinberingin 21:6 Opinberingin
Hann segði við meg: „Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins.
Opinberingin 21:7 Opinberingin
Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín.
Opinberingin 21:9 Opinberingin
Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom nú til mín, talaði við meg og segði: „Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins!“
Opinberingin 21:10 Opinberingin
Hann fór so – í andanum – við mær niðan á stórt, høgt fjall og vísti mær hin heilaga stað, Jerusalem, ið kom niður av Himli, frá Gudi.
Opinberingin 21:11 Opinberingin
Hann hevði dýrd Guds, og hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur.
Opinberingin 21:12 Opinberingin
Hann hevði stóran og høgan múr við tólv portrum; við portrini stóðu tólv einglar, og á portrunum vóru nøvn skrivað, nøvn hinna tólv ætta Ísraelssona.
Opinberingin 21:13 Opinberingin
Móti eystri vóru trý portur, móti norðri trý portur, móti suðri trý portur og móti vestri trý portur.
Opinberingin 21:14 Opinberingin
Múrur staðarins hevði tólv grundarsteinar, og á teimum stóðu nøvn hinna tólv ápostla lambsins.
Opinberingin 21:15 Opinberingin
Hann, ið tosaði við meg, hevði mál – gullrør – fyri at hann skuldi mála staðin, portur hansara og múr hansara.
Opinberingin 21:16 Opinberingin
Staðurin liggur í fýrhyrningi; longd og breidd hansara eru líka. – Hann máldi staðin við rørinum: 12000 stadiur – longd, breidd og hædd hansara eru líka.
Opinberingin 21:17 Opinberingin
Hann máldi múr hansara: 144 alin eftir menniskjamáli – sum eisini er einglamál.
Opinberingin 21:18 Opinberingin
Múrur staðarins var laðaður av jaspis, og staðurin var reint gull, líkur reinum glasi.
Opinberingin 21:19 Opinberingin
Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd,
Opinberingin 21:20 Opinberingin
fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryl, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametyst.
Opinberingin 21:21 Opinberingin
Hini tólv portrini vóru tólv perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas.
Opinberingin 21:22 Opinberingin
Eg sá einki tempul í honum; tí tempul hansara er Harrin Gud hin Alvaldi og lambið.
Opinberingin 21:23 Opinberingin
Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara.
Opinberingin 21:24 Opinberingin
Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar skulu bera dýrd sína inn í hann.
Opinberingin 21:25 Opinberingin
Portur hansara skulu aldri verða stongd um dagin – tí nátt skal ikki vera har.
Opinberingin 21:26 Opinberingin
Dýrd og æra tjóðanna skal verða borin inn í hann.
Opinberingin 21:27 Opinberingin
Einki óreint skal koma inn í hann, og eingin, sum ger tað, ið viðurstyggiligt er, ella gongur við lygn – bert tey, sum skrivað eru í lívsbók lambsins.