høgtíðir og frídøgrar

8 versir um "høgtíðir og frídøgrar"

Versir

Síða 1 av 1
Jeremias 10:3 Jeremias

Tí siðir tjóðanna eru fáfongd. Teir fella træ í skóginum, og træsmiðurin evnar tað til við øksini;

19
Jeremias 10:4 Jeremias

við silvuri og gulli prýða teir tað, við seymi og hamara festa teir tað, so tað riðar ikki.

19
Triðja Mósebók 25:2 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit koma inn í landið, ið Eg gevi tykkum, skal landið halda sabbatshvílu fyri HARRANUM.

9
Triðja Mósebók 25:3 Triðja Mósebók

Seks ár skalt tú sáa mark tína, og seks ár skalt tú røkja víngarð tín og heysta grøðina av landinum.

9
Triðja Mósebók 25:4 Triðja Mósebók

Men sjeynda árið skal vera landinum háheilagur sabbatur – sabbatur fyri HARRANUM; tá mást tú ikki sáa mark tína og ikki røkja víngarð tín.

9
Triðja Mósebók 25:5 Triðja Mósebók

Tað, ið veksur upp av sær sjálvum, eftir at tú hevur heystað, mást tú ikki skera, og vínberini á órøkta víntræi tínum mást tú ikki henta; tað skal vera landinum sabbatsár.

9
Triðja Mósebók 25:6 Triðja Mósebók

Tað, ið grør av sær sjálvum, meðan landið heldur sabbat, skal vera tykkum til føði – tær sjálvum, tænara tínum, arbeiðskonu tíni, hinum daglønta arbeiðsmanni tínum og teimum fremmandu, ið halda til hjá tær;

9
Triðja Mósebók 25:7 Triðja Mósebók

og fæ títt og tey villu dýrini í landi tínum skulu eisini eta av allari grøðini, ið har veksur.

9