høgtíð / veitsla

10 versir um "høgtíð / veitsla"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 12:14 Onnur Mósebók

Hesin dagur skal vera tykkum minnisdagur, og tit skulu halda hann sum høgtíð fyri HARRANUM; tað skal vera tykkum ævig fyriskipan at halda hann, mann eftir mann.

10
Triðja Mósebók 23:1 Triðja Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

8
Triðja Mósebók 23:2 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Hesar eru høgtíðir HARRANS, sum tit skulu lýsa sum heilagar samkomur – høgtíðir Mínar eru hesar:

8
Onnur Mósebók 23:16 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú halda akurskurðarhøgtíðina, táið tú skert frumgróðurin av tí, ið tú sáaði í akurin, og heysthøgtíðina, táið árið er úti, táið tú savnar í hús ávøkstin av arbeiði tínum á markini.

7
Onnur Mósebók 23:14 Onnur Mósebók

Tríggjar ferðir um árið skalt tú halda Mær høgtíð.

6
Onnur Mósebók 13:6 Onnur Mósebók

Í sjey dagar skalt tú eta ósúrgað breyð, og sjeynda dagin skal høgtíð vera fyri HARRANUM.

5
Onnur Mósebók 23:15 Onnur Mósebók

Tú skalt halda høgtíðina hini ósúrgaðu breyðini; tá skalt tú í sjey dagar eta ósúrgað breyð, so sum Eg havi álagt tær, ta ásettu tíðina í abib mánaði; tí í tí mánaðinum fórt tú út av Egyptalandi. Og eingin má vísa seg fyri eygum Mínum tómhentan.

5
Fyrsta Mósebók 29:22 Fyrsta Mósebók

So beyð Laban øllum fólkinum har á plássinum og gjørdi gestaboð.

4
Onnur Mósebók 10:9 Onnur Mósebók

Móses svaraði: „Vit fara øll, bæði ung og gomul; bæði synir okkara og døtur okkara vilja vit hava við, bæði smáfæ og neyt okkara; tí vit skulu halda høgtíð fyri HARRANUM!“

4
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið

Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!

4