hevnd ella endurgjald
30 versir um "hevnd ella endurgjald"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Tessalonikabrævið 5:15 Fyrra Tessalonikabrævið
Síggið til, at eingin lønir nøkrum ilt við illum – nei, gerið tykkum ómak fyri altíð at gera tað, sum gott er, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!
Onnur Mósebók 14:14 Onnur Mósebók
HARRIN skal stríða fyri tykkum, men tit skulu vera still!“
Opinberingin 1:1 Opinberingin
Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,
Lukas 6:27 Lukas
Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum,
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Rómverjabrævið 12:17 Rómverjabrævið
Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!
Rómverjabrævið 12:18 Rómverjabrævið
Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið
Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Rómverjabrævið 12:20 Rómverjabrævið
„Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.“
Rómverjabrævið 12:21 Rómverjabrævið
Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!
Jákupsbrævið 5:1 Jákupsbrævið
Nú, tit ríku! Grátið og gremjið tykkum um vanlukkurnar, ið yvir tykkum koma!
Jákupsbrævið 5:2 Jákupsbrævið
Ríkdómur tykkara er rotnaður, og klæði tykkara eru møletin;
Jákupsbrævið 5:3 Jákupsbrævið
gull og silvur tykkara rustar burtur, og rustur teirra skal vera til vitnisburð móti tykkum og eta hold tykkara sum eldur – tit hava savnað skattir á síðstu døgum!
Jákupsbrævið 5:4 Jákupsbrævið
Løn arbeiðsmannanna, ið hava skorið akrar tykkara, hon, ið tit eru lagstir á – hon rópar, og róp skurðarmannanna eru komin inn fyri oyru Harrans Zebaots.
Jákupsbrævið 5:5 Jákupsbrævið
Tit hava livað í sællívi á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava unt hjarta tykkara góðgæti eins og sláturdag.
Jákupsbrævið 5:6 Jákupsbrævið
Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímóti.
Jákupsbrævið 5:7 Jákupsbrævið
So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn.
Jákupsbrævið 5:8 Jákupsbrævið
– Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær!
Jákupsbrævið 5:9 Jákupsbrævið
Suffið ikki hvør móti øðrum, brøður, fyri at tit skulu ikki verða dømdir! Dómarin stendur fyri durunum!
Jákupsbrævið 5:10 Jákupsbrævið
Brøður! Takið profetarnar, sum talaðu í navni Harrans, til fyridømi í at líða ilt og vera tolnir!
Jákupsbrævið 5:11 Jákupsbrævið
Vit prísa jú tey sæl, sum hava hildið út. Tit hava hoyrt um tol Jobs og vita um útgongdina, ið Harrin gjørdi; tí Harrin er sára náðiríkur og miskunnsamur.
Jákupsbrævið 5:12 Jákupsbrævið
Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki – hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei – fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!
Jákupsbrævið 5:13 Jákupsbrævið
Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!
Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið
Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
Jákupsbrævið 5:15 Jákupsbrævið
Og bønin, biðin í trúgv, skal hjálpa hinum sjúka; Harrin skal reisa hann upp, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar.
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.
Jákupsbrævið 5:17 Jákupsbrævið
Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir.
Jákupsbrævið 5:18 Jákupsbrævið
Aftur bað hann, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.
Jákupsbrævið 5:19 Jákupsbrævið
Brøður mínir! Villist onkur av tykkum frá sannleikanum, og ein umvendir hann –
Jákupsbrævið 5:20 Jákupsbrævið
hesin skal vita, at tann, ið umvendir syndara frá villu vegar hansara, frelsir sál frá deyðanum og fjalir fjøld synda.