hevnd

373 versir um "hevnd"

Versir

Síða 1 av 8
Rómverjabrævið 12:19 Rómverjabrævið

Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“

15
Lukas 18:1 Lukas

Hann setti teimum fram líknilsi um tað, at tey skuldu altíð biðja og ikki troyttast.

8
Lukas 18:2 Lukas

Hann segði: „Í einum býi var dómari, sum ikki óttaðist Gud og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja.

8
Lukas 18:3 Lukas

Í sama býi var einkja, sum kom til hansara og segði: „Hjálp mær at fáa rætt yvir mótparti mínum!“

8
Lukas 18:4 Lukas

Eina tíð vildi hann ikki. Men at endanum segði hann við sær sjálvum: „Um eg so ikki óttist Gud, ei heldur firnist fyri nøkrum menniskja,

8
Lukas 18:5 Lukas

so skal eg tó, við tað at henda einkja ikki letur meg hava frið, hjálpa henni at fáa rætt, so hon skal ikki í heilum ganga og plága meg.““

8
Lukas 18:6 Lukas

Harrin segði: „Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur!

8
Lukas 18:7 Lukas

Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fáa rætt, teimum, ið rópa til Hansara dag og nátt, og er Hann seinur, táið tað viðvíkur teimum!

8
Lukas 18:8 Lukas

Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt. Men táið Menniskjasonurin kemur, man Hann tá fara at finna trúnna á jørðini?“

8
Lukas 18:9 Lukas

Hann segði eisini hetta líknilsið við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og vanvirdu hini:

8
Lukas 18:10 Lukas

„Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari.

8
Lukas 18:11 Lukas

Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: „Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju – ránsmenn, órættvís, horkallar – ella tá sum hasin tollari.

8
Lukas 18:12 Lukas

Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni.“

8
Lukas 18:13 Lukas

Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: „Gud! Ver mær syndara náðigur!“

8
Lukas 18:14 Lukas

Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki; tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.“

8
Lukas 18:15 Lukas

Tey bóru eisini hini smáu børnini til Hansara, fyri at Hann skuldi nema við tey; men táið lærisveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum.

8
Lukas 18:16 Lukas

Men Jesus kallaði tey til Sín og segði: „Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.

8
Lukas 18:17 Lukas

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti ríki Guds eins og barnið, skal als ikki koma inn í tað.“

8
Lukas 18:18 Lukas

Ein ráðharri spurdi Hann: „Góði meistari! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ævigt lív?“

8
Lukas 18:19 Lukas

Jesus segði við hann: „Hví kallar tú Meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Gud.

8
Lukas 18:20 Lukas

Tú veitst boðini: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki bera rangan vitnisburð“; „ær faðir tín og móður tína!““

8
Lukas 18:21 Lukas

Hann svaraði: „Alt hetta havi eg hildið, frá tí eg var ungur.“

8
Lukas 18:22 Lukas

Táið Jesus hoyrdi hetta, segði Hann við hann: „Eitt fattast tær enn: Sel alt, ið tú eigur, og být tað sundur millum fátæk! So skalt tú hava skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

8
Lukas 18:23 Lukas

Men táið hann hoyrdi hetta, varð hann fullur av sorg; tí hann var ógvuliga ríkur.

8
Lukas 18:24 Lukas

Táið Jesus nú sá, hvussu tungur hann varð, segði Hann: „Hvussu torført er ikki teimum, ið hava ríkdóm, at koma inn í ríki Guds!

8
Lukas 18:25 Lukas

Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds.“

8
Lukas 18:26 Lukas

Teir, ið hetta hoyrdu, søgdu: „Hvør kann tá verða frelstur!“

8
Lukas 18:27 Lukas

Men Hann svaraði: „Tað, sum er menniskjum ómøguligt, er Gudi møguligt.“

8
Lukas 18:28 Lukas

Tá segði Pætur: „Vit eru farnir frá øllum okkara egna og hava fylgt Tær.“

8
Lukas 18:29 Lukas

Hann segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eingin er, sum er farin frá húsi, foreldrum, brøðrum, konu ella børnum fyri Guds ríkis skuld,

8
Lukas 18:30 Lukas

uttan hann skal fáa tað mangar ferðir aftur her í tíðini og í hinum komandi heimi ævigt lív.“

8
Lukas 18:31 Lukas

Hann tók nú hinar tólv til Sín og segði við teir: „Vit fara nú niðan til Jerusalem, og alt, ið skrivað er við profetunum um Menniskjasonin, skal ganga út.

8
Lukas 18:32 Lukas

Tí Hann skal verða givin heidningunum upp í hendur og verða spottaður og háðaður og spýttur á.

8
Lukas 18:33 Lukas

Teir skulu húðfleingja Hann og drepa Hann, og triðja dagin skal Hann rísa upp aftur.“

8
Lukas 18:34 Lukas

Men teir skiltu einki av hesum; hetta orð var teimum dult, og teir fataðu ikki tað, ið sagt varð.

8
Lukas 18:35 Lukas

Táið Hann nú nærkaðist Jeriko, sat ein blindur við vegin og biddaði.

8
Lukas 18:36 Lukas

Táið hann hoyrdi nógv fólk fara framvið, spurdi hann, hvat hetta var.

8
Lukas 18:37 Lukas

Tey søgdu honum, at Jesus úr Nazaret kom framvið.

8
Lukas 18:38 Lukas

Tá rópti hann: „Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!“

8
Lukas 18:39 Lukas

Tey, sum undan gingu, høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópti nógv harðari enn: „Sonur Dávids, miskunna mær!“

8
Lukas 18:40 Lukas

Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til Hansara; og táið hann var komin fram, spurdi Hann hann:

8
Lukas 18:41 Lukas

„Hvat vilt tú, at Eg skal gera fyri teg?“ Hann svaraði: „Harri, at eg kann fáa sjón mína!“

8
Lukas 18:42 Lukas

Jesus segði við hann: „Hav sjón tína! Trúgv tín hevur frelst teg.“

8
Lukas 18:43 Lukas

Við tað sama fekk hann sjónina aftur; og hann fylgdi Honum og prísaði Gudi. Og alt fólkið, ið sá hetta, lovaði Gudi.

8
Lukas 19:1 Lukas

So kom Hann inn í Jeriko og fór ígjøgnum býin.

8
Lukas 19:2 Lukas

Har var maður, ið æt Zakeus; hann var yvirtollari og ríkur maður.

8
Lukas 19:3 Lukas

Hann royndi at fáa at síggja, hvør ið var Jesus, men kundi ikki fyri fólkinum, tí hann var lítil av vøkstri.

8
Lukas 19:4 Lukas

Tá rann hann frammanundan og kleiv upp í morberjatræ fyri at fáa Hann at síggja; tí Hann skuldi koma framvið har.

8
Lukas 19:5 Lukas

Táið nú Jesus kom hagar, hugdi Hann upp og sá hann; og Hann segði við hann: „Zakeus, skunda tær og kom niður! Í dag skal Eg vera til hús hjá tær.“

8
Lukas 19:6 Lukas

Hann skundaði sær tá og kom niður og tók ímóti Honum við gleði.

8