hestur
20 versir um "hestur"
Versir
Síða 1 av 1Job 39:19 Job
Harður er hann við ungar sínar – sum hann hevði ikki átt teir; hann stúrir ikki fyri, at møði hansara skal vera til einkis.
Job 39:20 Job
Tí Gud sýtti honum vísdóm og gav honum einki vit.
Job 39:21 Job
Men táið hann flagsar upp í loft, lær hann at hestinum og honum, ið á honum situr.
Job 39:22 Job
Er tað tú, ið gevur hestinum styrki! Klæðir tú háls hansara við flagsandi faksi!
Job 39:23 Job
Er tað tú, ið lærir hann at leypa sum grashoppa, alt meðan hann froysir so ræðuliga!
Job 39:24 Job
Glaður í styrki síni skavar hann markina; so heldur hann fram móti vápnaðum skarum.
Job 39:25 Job
Hann lær at ræðsluni og óttast ikki, víkur ikki fyri svørðinum.
Orðtøkini 21:31 Orðtøkini
Hesturin verður gjørdur til reiðar til orrustudagin, men sigurin kemur frá HARRANUM.
Ezekiel 23:20 Ezekiel
og so fór hon at brenna av trá eftir horkøllunum har, ið høvdu hold sum esil og vóru graðir sum hestar.
Opinberingin 19:11 Opinberingin
Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.
Opinberingin 19:12 Opinberingin
Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.
Opinberingin 19:13 Opinberingin
Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.
Opinberingin 19:14 Opinberingin
Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.
Opinberingin 19:15 Opinberingin
Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.
Opinberingin 19:16 Opinberingin
Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“
Opinberingin 19:17 Opinberingin
Eg sá eingil standa í sólini; hann rópti hart og segði við allar fuglar, ið flugu mitt uppi undir himli: „Komið, savnið tykkum til hin stóra nátturða Guds
Opinberingin 19:18 Opinberingin
– at eta kjøt konga, kjøt herhøvdinga, kjøt kappa, kjøt hesta og teirra, ið á teimum sita – kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!“
Opinberingin 19:19 Opinberingin
Og eg sá dýrið og kongar jarðarinnar og herar teirra savnaðar at berjast við Hann, sum á hestinum sat, og við her Hansara.
Opinberingin 19:20 Opinberingin
Men dýrið varð tikið, og saman við tí lygiprofeturin, ið hevði gjørt tekinini fyri eygum tess og við teimum villleitt tey, sum tóku merki dýrsins, og tey, sum tilbóðu mynd tess. Tey bæði vórðu livandi kastað í eldsjógvin, sum logar av svávuli.
Opinberingin 19:21 Opinberingin
Hinir vórðu dripnir við svørði Hansara, sum á hestinum sat, tí, sum út gekk úr munni Hansara; og allir fuglarnir vórðu mettaðir av kjøti teirra.