hestar

34 versir um "hestar"

Versir

Síða 1 av 1
Job 39:19 Job

Harður er hann við ungar sínar – sum hann hevði ikki átt teir; hann stúrir ikki fyri, at møði hansara skal vera til einkis.

6
Job 39:20 Job

Tí Gud sýtti honum vísdóm og gav honum einki vit.

6
Job 39:21 Job

Men táið hann flagsar upp í loft, lær hann at hestinum og honum, ið á honum situr.

6
Job 39:22 Job

Er tað tú, ið gevur hestinum styrki! Klæðir tú háls hansara við flagsandi faksi!

6
Job 39:23 Job

Er tað tú, ið lærir hann at leypa sum grashoppa, alt meðan hann froysir so ræðuliga!

6
Job 39:24 Job

Glaður í styrki síni skavar hann markina; so heldur hann fram móti vápnaðum skarum.

6
Job 39:25 Job

Hann lær at ræðsluni og óttast ikki, víkur ikki fyri svørðinum.

6
Orðtøkini 21:31 Orðtøkini

Hesturin verður gjørdur til reiðar til orrustudagin, men sigurin kemur frá HARRANUM.

5
Habakkuk 1:8 Habakkuk

Hestar tess eru kvikari enn leopardar og renna skjótari enn úlvar á kvøldi; hestmenn tess koma við rúkandi ferð, ja, úr fjarløgu koma hestmenn tess; teir flúgva sum ørnin, táið hon skjýtur seg niður á rán sítt.

3
Jákupsbrævið 3:3 Jákupsbrævið

Táið vit leggja hestunum boksl í munn, fyri at teir skulu akta okkum, so stýra vit eisini øllum likami teirra.

3
Sálmarnir 20:6 Sálmarnir

– so vit kunnu rópa av gleði um frelsu Tína, í navni Guds okkara lyfta sigursmerkið – HARRIN uppfylli allar bønir tínar!

2
Sálmarnir 20:7 Sálmarnir

Nú veit eg, at HARRIN frelsir salvaða Sín; úr heilaga Himli Sínum svarar Hann honum við frelsandi stórverkum høgru handar Sínar.

2
Orðtøkini 26:3 Orðtøkini

Koyril til ross, teym til esil, og stav til rygg dárans!

2
Esaias 5:28 Esaias

Pílar fíggindans eru hvestir, og allir bogar hansara eru spentir; hógvarnir á hestum hansara eru sum tinnan, og vagnhjólini líkjast harðveðri.

2
Esaias 63:13 Esaias

Hann, ið leiddi tey gjøgnum djúpini sum hest gjøgnum oyðimørkina, so tey snávaðu ikki?

2
Jeremias 46:4 Jeremias

Setið hestarnar fyri vagnarnar, setið tykkum upp, hestmenninir, fylkið tykkum við hjálmi á høvdinum! Gerið spjótini blonk, farið í brynjurnar!

2
Zakarias 6:1 Zakarias

Aftur hugdi eg upp og fekk tá at síggja fýra vagnar, ið komu út millum tvey fjøll; fjøllini vóru av kopari.

2
Zakarias 6:2 Zakarias

Fyri fyrsta vagninum vóru reyðir hestar, fyri øðrum svartir,

2
Zakarias 6:3 Zakarias

fyri triðja hvítir, og fyri fjórða flekkutir, sterkir hestar.

2
Zakarias 6:4 Zakarias

Eg tók tá til orða og segði við eingilin, ið talaði við meg: „Hvat er hetta, harri?“

2
Zakarias 6:5 Zakarias

Eingilin svaraði: „Hetta eru hinir fýra vindar himmalsins, sum nú fara avstað, eftir at teir hava stigið fram fyri Harran yvir allari jørðini.

2
Zakarias 6:6 Zakarias

Vagnurin við hinum svørtu hestunum fyri fer til Norðurlandið; hinir hvítu fara aftan á teimum, og hinir flekkutu fara til Suðurlandið.“

2
Zakarias 6:7 Zakarias

Og hinir sterkastu* fóru avstað; men við tað at teir høvdu hug at fara út um jørðina, segði hann: „Farið út um jørðina!“ Og teir fóru út um jørðina.

2
Opinberingin 19:11 Opinberingin

Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.

2
Opinberingin 19:12 Opinberingin

Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og á høvdi Hansara vóru nógvar krúnur; Hann hevði navn skrivað, sum eingin kennir uttan Hann sjálvur.

2
Opinberingin 19:13 Opinberingin

Hann var í kappa, sum drigin var upp úr blóði, og Hann er kallaður Orð Guds.

2
Opinberingin 19:14 Opinberingin

Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.

2
Opinberingin 19:15 Opinberingin

Út úr munni Hansara gekk hvast svørð, fyri at Hann við tí skuldi sláa fólkasløgini; Hann skal stýra teimum við jarnstavi, og Hann skal troða vínpersu strongu vreiði Guds hins Alvalda.

2
Opinberingin 19:16 Opinberingin

Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“

2
Opinberingin 19:17 Opinberingin

Eg sá eingil standa í sólini; hann rópti hart og segði við allar fuglar, ið flugu mitt uppi undir himli: „Komið, savnið tykkum til hin stóra nátturða Guds

2
Opinberingin 19:18 Opinberingin

– at eta kjøt konga, kjøt herhøvdinga, kjøt kappa, kjøt hesta og teirra, ið á teimum sita – kjøt av øllum, bæði frælsum og trælum, bæði smáum og stórum!“

2
Opinberingin 19:19 Opinberingin

Og eg sá dýrið og kongar jarðarinnar og herar teirra savnaðar at berjast við Hann, sum á hestinum sat, og við her Hansara.

2
Opinberingin 19:20 Opinberingin

Men dýrið varð tikið, og saman við tí lygiprofeturin, ið hevði gjørt tekinini fyri eygum tess og við teimum villleitt tey, sum tóku merki dýrsins, og tey, sum tilbóðu mynd tess. Tey bæði vórðu livandi kastað í eldsjógvin, sum logar av svávuli.

2
Opinberingin 19:21 Opinberingin

Hinir vórðu dripnir við svørði Hansara, sum á hestinum sat, tí, sum út gekk úr munni Hansara; og allir fuglarnir vórðu mettaðir av kjøti teirra.

2