henoteismi
6 versir um "henoteismi"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 86:8 Sálmarnir
Eingin er sum Tú millum gudarnar, Harri, og einki er sum verk Tíni!
Fyrsta Mósebók 1:26 Fyrsta Mósebók
So segði Gud: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða.“
Onnur Mósebók 18:11 Onnur Mósebók
Nú veit eg, at HARRIN er størri enn allir gudar; tí við tí, sum Egyptar vístu hugmóð sítt móti hesum fólki við, var tað, ið Hann vísti seg so!“
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Fyrra Korintbrævið 8:6 Fyrra Korintbrævið
so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við.
Jákupsbrævið 2:19 Jákupsbrævið
Tú trýrt, at Gud er ein. Tað gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tað við – og skelva!