hendur og føtur

15 versir um "hendur og føtur"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 22:16 Sálmarnir

Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans.

8
Prædikarin 9:10 Prædikarin

Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.

5
Sálmarnir 8:6 Sálmarnir

Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiðuri og dýrd krýndi Tú tað;

4
Sálmarnir 134:2 Sálmarnir

Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið HARRANUM!

4
Esaias 49:16 Esaias

Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!

4
Lukas 24:39 Lukas

Hyggið hendur Mínar og føtur Mínir, at tað eri Eg sjálvur! Nemið við Meg og síggið! Andi hevur jú ikki hold og bein, sum tit síggja, Eg havi!“

4
Jóhannes 20:27 Jóhannes

So segði Hann við Tummas: „Rætt fingur tín higar – hygg hendur Mínar! Rætt hond tína higar og stikk hana í síðu Mína! Og ivast ikki, men trúgv!“

4
Fyrra Timoteusarbrævið 2:8 Fyrra Timoteusarbrævið

– Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,

4
Esaias 52:7 Esaias

Hvussu yndisligir eru ikki á fjøllunum føtur hansara, ið kemur við gleðiboðum, sum boðar frið, sum ber góðan boðskap, sum kunnger frelsu, sum sigur við Zion: „Gud tín er vorðin kongur!“

3
Lukas 24:40 Lukas

Táið Hann hevði sagt hetta, vísti Hann teimum hendur Sínar og føtur Sínar.

3
Onnur Mósebók 29:20 Onnur Mósebók

Drep nú veðrin, tak av blóði hansara og smyr á høgru oyralippu Árons og sona hansara og á tummilfingurin á høgru hond og stórutá á høgra fóti teirra! Avlopið av blóðinum skalt tú sletta rundanum á altarið.

2
Nehemias 6:9 Nehemias

– Tí teir royndu allir at loypa ræðslu á okkum og hugsaðu, at vit tá skuldu missa mótið og gevast við arbeiðinum, so tað varð ógjørt. Men styrk Tú nú hendur mínar!

2
Sálmarnir 18:34 Sálmarnir

gevur mær føtur sum hindanna og letur meg standa á hæddum mínum,

2
Markus 10:16 Markus

So tók Hann tey í favnin, legði hendurnar á tey og signaði tey.

2
Jóhannes 20:25 Jóhannes

Hinir lærisveinarnir søgdu nú við hann: „Vit hava sæð Harran!“ Men hann svaraði teimum: „Fái eg ikki at síggja naglamerkini í hondum Hansara, og sleppi eg ikki at stinga fingur mín í naglamerkini og stinga hond mína í síðu Hansara, vil eg als ikki trúgva tí!“

2