hendur
13 versir um "hendur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 134:2 Sálmarnir
Lyftið upp hendur tykkara móti halgidóminum og lovið HARRANUM!
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir
Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!
Esaias 49:16 Esaias
Hygg, í báðar hendur Mínar havi Eg rist teg, múrar tínir eru Mær altíð fyri eyga!
Prædikarin 9:10 Prædikarin
Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.
Fyrra Timoteusarbrævið 2:8 Fyrra Timoteusarbrævið
– Eg vil tá, at menninir allastaðni skulu biðja so, at teir lyfta upp heilagar hendur, uttan vreiði og trætu,
Hebrearabrævið 12:12 Hebrearabrævið
Rættið tí hinar viknaðu hendur og hini riðandi knø,
Onnur Mósebók 17:11 Onnur Mósebók
So leingi sum nú Móses helt hondini upp, stóð Ísraelsmonnum til vinning; men táið hann læt hondina søkka, stóð Amalekitum til vinning.
Onnur Mósebók 17:12 Onnur Mósebók
Og táið Móses møddist í hondunum, tóku teir stein og løgdu undir hann; hann setti seg so á hann, og Áron og Hur styðjaðu hondum hansara, hvør sínumegin; soleiðis vóru hendur hansara upplyftar, alla tíðina inntil sólin gekk undir.
Sálmarnir 28:2 Sálmarnir
Hoyr bønandi rødd mína, táið eg rópi til Tín, táið eg lyfti upp hendurnar móti heilaga templi Tínum!
Orðtøkini 31:20 Orðtøkini
Hon rættir hinum neyðstadda hondina, rættir út armarnar móti hinum fátæka.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Esaias 41:13 Esaias
Tí Eg, HARRIN Gud tín, Eg haldi í høgru hond tína, Eg sigi við teg: „Óttast ikki! Eg hjálpi tær!“
Lukas 24:50 Lukas
So fór Hann við teimum út móti Betania; Hann lyfti nú upp hendur Sínar og signaði teir.