helgi lívsins
15 versir um "helgi lívsins"
Versir
Síða 1 av 1Jeremias 1:5 Jeremias
„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Fyrsta Mósebók 9:6 Fyrsta Mósebók
Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
Matteus 5:21 Matteus
Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: „Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.“
Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Fyrra Korintbrævið 3:16 Fyrra Korintbrævið
Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum?
Fyrra Korintbrævið 3:17 Fyrra Korintbrævið
Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit.
Job 12:10 Job
Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
Job 31:15 Job
Hevur ikki Hann, sum skapti meg í móðurlívi, skapt tey við, og hevur ikki ein og hin sami virkað okkum í móðurfangi!