heiður
32 versir um "heiður"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Sámuelsbók 2:30 Fyrra Sámuelsbók
Tí sigur HARRIN Gud Ísraels: „Víst havi Eg sagt, at hús títt og fedrahús títt til ævigar tíðir skal sleppa at gera tænastu fyri ásjón Míni; men nú“ – sigur HARRIN – „langt veri tað frá Mær! Nei, tey, ið æra Meg, skal Eg æra, og tey, ið vanvirða Meg, skulu verða til skammar!
Fyrra Timoteusarbrævið 1:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Men kongi aldanna, hinum óforgeingiliga, ósjónliga, einasta Gudi, veri heiður og dýrd í aldur og allar ævir! Amen.
Fimta Mósebók 5:16 Fimta Mósebók
Ær faðir tín og móður tína – soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær – so tú kanst fáa langt lív, og tær kann gangast væl í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær!
Rómverjabrævið 12:9 Rómverjabrævið
Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið
Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Sálmarnir 1:1 Sálmarnir
Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita,
Sálmarnir 1:2 Sálmarnir
men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!
Sálmarnir 1:3 Sálmarnir
Hann er sum træ, plantað við vatnsløkir, ið ber ávøkst sín á røttum tíma, og sum bløðini ikki følna á; øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.
Sálmarnir 1:4 Sálmarnir
So er ikki við hinum gudleysu; nei, tey eru sum dumba, ið fýkur fyri vindinum.
Sálmarnir 1:5 Sálmarnir
Tí verða gudleys ikki standandi í dóminum, ei heldur syndarar í samkomu rættvísra.
Sálmarnir 1:6 Sálmarnir
Tí HARRIN kennir leið hinna rættvísu, men leið gudleysra endar í vegloysi.
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 21:21 Orðtøkini
Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður.
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið
Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið
so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið
Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið
Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið
Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið
Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið
Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!
Fyrra Timoteusarbrævið 5:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Hinir elstu, sum eru góðir fyristøðumenn, skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru.
Fyrra Timoteusarbrævið 5:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí skriftin sigur: „Tú mást ikki múlbinda oksan, ið treskir“, og: „Arbeiðsmaðurin er løn sína verdur.“
Seinna Timoteusarbrævið 2:21 Seinna Timoteusarbrævið
Heldur tí onkur seg reinan frá hesum, skal hann vera ílat til æru, halgað, húsbóndanum til nyttu, til reiðar til alt gott verk.
Hebrearabrævið 13:18 Hebrearabrævið
Biðið fyri okkum! Tí tað líta vit á, at vit hava góða samvitsku, og vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.
Fyrra Pætursbrævið 2:17 Fyrra Pætursbrævið
Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!
Fyrra Pætursbrævið 2:18 Fyrra Pætursbrævið
Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu!
Fyrra Pætursbrævið 2:19 Fyrra Pætursbrævið
Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt.