heitur og kaldur
88 versir um "heitur og kaldur"
Versir
Síða 1 av 2Opinberingin 3:16 Opinberingin
Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum.
Opinberingin 3:15 Opinberingin
Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit – hevði tú verið køld ella heit!
Seinna Kongabók 1:1 Seinna Kongabók
Eftir at Akab var deyður, reiv Móab seg leyst undan Ísrael.
Seinna Kongabók 1:2 Seinna Kongabók
Ahazja datt út gjøgnum vindeygagrindina í loftsali sínum í Samaria og legðist sjúkur. Tá sendi hann menn avstað og segði við teir: „Farið og spyrjið Ba’al-Zebub, gudin í Ekron, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!“
Seinna Kongabók 1:3 Seinna Kongabók
Men eingil HARRANS segði við Elias Tisbit: „Ger teg til, far ímóti sendimonnum kongsins í Samaria og sig við teir: „Er tað, tí eingin Gud er í Ísrael, at tit fara at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í Ekron!
Seinna Kongabók 1:4 Seinna Kongabók
Aftur fyri hetta sigur HARRIN so: Tú skalt ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í – tú skalt doyggja!““ – Elias fór tá.
Seinna Kongabók 1:5 Seinna Kongabók
Táið sendimenninir komu aftur til kongin, spurdi hann teir: „Hví koma tit aftur?“
Seinna Kongabók 1:6 Seinna Kongabók
Teir svaraðu: „Maður kom ímóti okkum og segði við okkum: „Farið aftur til kong, ið sent tykkum hevur, og sigið við hann: So sigur HARRIN: Er tað, tí eingin Gud er í Ísrael, at tú sendir boð at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í Ekron! Aftur fyri hetta skalt tú ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í – tú skalt doyggja!““
Seinna Kongabók 1:7 Seinna Kongabók
Hann spurdi teir: „Hvussu sá maðurin út, sum kom ímóti tykkum og segði hetta við tykkum?“
Seinna Kongabók 1:8 Seinna Kongabók
Teir svaraðu: „Tað var maður í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar.“ Tá segði hann: „Tað hevur verið Elias Tisbitur!“
Seinna Kongabók 1:9 Seinna Kongabók
Hann sendi nú eftir honum høvuðsmann yvir fimmti við monnum hansara. Hesin fór niðan til hansara, har hann sat á fjalstindinum, og segði við hann: „Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman!“
Seinna Kongabók 1:10 Seinna Kongabók
Men Elias svaraði høvuðsmanninum yvir fimmti: „Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimmti monnum tínum!“ Tá fall eldur niður av himli og forkom honum og hinum fimmti monnum hansara.
Seinna Kongabók 1:11 Seinna Kongabók
Uppaftur sendi hann eftir honum høvuðsmann yvir fimmti við monnum hansara. Hesin tók til orða og segði við hann: „Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman, og tað skjótt!“
Seinna Kongabók 1:12 Seinna Kongabók
Men Elias svaraði teimum: „Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimmti monnum tínum!“ Tá fall eldur Guds niður av himli og forkom honum og hinum fimmti monnum hansara.
Seinna Kongabók 1:13 Seinna Kongabók
Tá sendi hann eftir honum triðja høvuðsmannin yvir fimmti við monnum hansara. Hesin triði høvuðsmaðurin fór niðan til Elias, fall á knæ fyri honum, bønaði hann og segði við hann: „Gudsmaðurin! Lat lív mítt og lívið í hesum fimmti tænarum tínum vera dýrt í eygum tínum!
Seinna Kongabók 1:14 Seinna Kongabók
Eldur fall jú niður av himli og forkom báðum hinum fyrru høvuðsmonnunum yvir fimmti við monnum teirra; men lat nú lív mítt vera dýrt í eygum tínum!“
Seinna Kongabók 1:15 Seinna Kongabók
Tá segði eingil HARRANS við Elias: „Far oman við honum, og ræðst ikki hann!“* So reistist hann og fór oman við honum til kongin.
Seinna Kongabók 1:16 Seinna Kongabók
Og hann segði við kongin: „So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú sendi menn avstað og ætlaði at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í Ekron – mundi tað vera, tí eingin Gud er í Ísrael, sum tú kundi spyrja! – so skalt tú ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í – tú skalt doyggja!“
Seinna Kongabók 1:17 Seinna Kongabók
Og hann doyði – eftir tí orði HARRANS, ið Elias hevði talað. Jóram* tók ríkið eftir hann, annað árið ið judakongur Jóram, sonur Jósafat, sat við stýrið; tí hann átti ongan son.
Seinna Kongabók 1:18 Seinna Kongabók
Tað, ið annars er at siga um Ahazja, um tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
Orðtøkini 25:25 Orðtøkini
Tað, ið kalt vatn er maktarleysari sál, eru gleðiboð úr landi langt burtur.
Esaias 1:1 Esaias
Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerusalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda.
Esaias 1:2 Esaias
Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær.
Esaias 1:3 Esaias
Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki.
Esaias 1:4 Esaias
Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið.
Esaias 1:5 Esaias
Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er;
Esaias 1:6 Esaias
frá iljum til hviril er einki heilt – skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju!
Esaias 1:7 Esaias
Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara – har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur.
Esaias 1:8 Esaias
Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður.
Esaias 1:9 Esaias
Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.
Esaias 1:10 Esaias
Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!
Esaias 1:11 Esaias
Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.
Esaias 1:12 Esaias
Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!
Esaias 1:13 Esaias
Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
Esaias 1:14 Esaias
Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.
Esaias 1:15 Esaias
Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
Esaias 1:16 Esaias
Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!
Esaias 1:17 Esaias
Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
Esaias 1:18 Esaias
Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
Esaias 1:19 Esaias
Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
Esaias 1:20 Esaias
men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði – tí muður HARRANS hevur talað!
Esaias 1:21 Esaias
– At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú – manndráparar!
Esaias 1:22 Esaias
Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;
Esaias 1:23 Esaias
stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
Esaias 1:24 Esaias
Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!
Esaias 1:25 Esaias
Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.
Esaias 1:26 Esaias
Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.
Esaias 1:27 Esaias
Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.
Esaias 1:28 Esaias
Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.
Esaias 1:29 Esaias
Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.